Hann hevur sum leikari spælt ein týðandi leiklut í tveimum uppflytingum hjá Skála úr 1. deild og hevur spælt júst 100 dystir í Betrideildini. Síðani í fjør hevur strandingurin hugsavna seg meira uppgávuna sum venjari. Í fjør førdi hann U21-liðið hjá Skála til steypafinaluna, har tað júst ikki rakk til gull - HB vann eftir brotssparkskapping - og í ár hevur Ólavur Mikkelsen staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá Skála, ið vann 2. deild við 46 út av 54 møguligum stigum, og sum skoraði heili 70 mál í 18 dystum.
Nú skal strandingurin, sum júst er vorðin 28-ára gamal, standa á odda fyri næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum leygardagin tryggjaði sær 1. plássið í 1. deild. Í gjár skrivaðu Víkingur og Ólavur Mikkelsen undir ein tvey-ára sáttmála, sum knýtur Ólav at venjaratoyminum í felagnum.
Jóhan Petur Poulsen var venjari hjá 1. deild hjá Víkingi frá 2015 fram til 1. september í ár. Tá varð hann settur sum venjari hjá Betriliðnum. Síðani hevur Svenn Ó. Olsen staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá Víkingi.
Fótbóltur
Ólavur skal standa á odda fyri gullvinnarunum
Eftir góð úrslit sum venjari í barndómsfelagnum skal ungi strandingurin komandi tvey árini arbeiða fyri Víking - bæði sum partur av ungdómsvenjaratoyminum og sum 1.deildarvenjari.
Ólavur Mikkelsen saman við Brandi Jacobsen, formanni í Víkingi, eftir at sáttmáli er undirskrivaður (Mynd: vikingur.fo)
2020-11-03 17:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald