Fótbóltur

Ole Erik Midtskogen skiftir til Dundalk

Stóri og sterki áleyparin heldur ikki fram í KÍ. 25-ára gamli norðmaðurin skal nú spæla fyri felagið, ið hann skoraði ímóti í Playoff-dystinum í Europa League.

Ole Erik Midtskogen gjørdi millum annað um seg í evropeisku dystunum. Her ímóti Dinamo Tbilisi sum hevði nógv høvuðbrýggj av norðmanninum (Mynd: Sverri Egholm)

Ole Erik Midtskogen gjørdi millum annað um seg í evropeisku dystunum. Her ímóti Dinamo Tbilisi sum hevði nógv høvuðbrýggj av norðmanninum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-15 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta mál í 25 dystum í Betrideildini fyri ein útlendskan áleypara hjá einum av ovaru liðunum, ið skoraði 72 mál, ljóðar ikki av so nógvum. Samanlagt skoraði Ole Erik Midtskogen tíggju mál í 30 dystum fyri KÍ í 2020, men meira enn málið var tað í spælinum, at áleyparin hevði týdning fyri felagið. Tað sást næstan beinanvegin, at hann høgi leikarin hevði nakað serligt yvir sær í mun til at taka bóltin til sín, halda uppá hann - hóast hart kroystur av einum ella fleiri mótstøðuleikarum - og fáa flutt hann væl víðari. 25-ára gamli norðmaðurin legði upp til níggju mál í Betrideildini.

Tað var eitt av teimum tíggju málunum, ið hann skoraði fyri KÍ, og avrikið í júst tí dystinum, sum vakti ans hjá felagnum, ið Ole Erik Midtskogen nú skal spæla fyri. 1. oktober hevði KÍ møguleikan at spæla seg í bólkaspælið í Europa League á Aviva leikvøllinum í Dublin. Hetta eydnaðist ikki, men miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Ole Erik Midtskogen bóltin áleið 25 metrar frá málinum, tók hann við sær við vinstra beinið og smekkaði hann síðani í niðara málhorn við høgra beininum framvið Gary Rogers í málinum hjá Dundalk.

[object Object]
Ole Erik skorar her til 2-1 í Dublin. - Hann skoraði eitt framúr mál ímóti okkum, men tað er hansara "all-round" leikháttur og góðska, ið hevur hugtikið okkum. 
(Mynd: Dundalk)

39-ára gamli Rogers er júst givin, og hann verður harvið ikki liðfelagið við Ole Erik, sum nú skal spæla við Dundalk. Írska felagið hevur í dag boðað frá á heimasíðu sínari, at norðmaðurin er fyrsti nýggi leikarin, sum felagið hevur tryggjað sær til komandi kappingarár.

- Hann skoraði eitt framúr mál ímóti okkum, men tað er hansara "all-round" leikháttur og góðska, ið hevur hugtikið okkum. Hann er ein stórur og fysiskur leikari, men hann er eisini sera tekniskur, og hevur harvið tey eyðkenni ið hóska vit leita eftir, tí tey hóska væl til okkara leikhátt. Vit trúgva, at vit kunnu hjálpa honum at menna seg, og at hann fer at gerast ein gerast eitt gott og stórt ískoyti til okkara lið.

Hetta sigur Filippi Giovagnoli, høvuðsvenjari hjá Dundalk, um Ole Erik Midtskogen, sum veruliga gjørdi um seg í evropeisku dystunum hjá KÍ. Dundalk endaði, sum KÍ, á triðja plássi í sínari landskapping. Harvið megnaði liðið akkurat at spæla seg í fyrsta umfar í Europa League til komandi ár.

KÍ royndi at fáa sterka norðmannin at halda fram, men hann skal nú spæla í Írlandi. Tað er ikki so vanligt, at ein útlendskur leikari fer úr Betrideildini til eina nakað størri deild og til eitt felag, sum javnan spælir evropeiskan fótbólt. Dundalk var í bólki saman við Arsenal, Molde og Rapid Wien í Europa League. Írska liðið fekk einki stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder