2019-03-28 09:22
Norski Ole Gunnar Solskjær verður nú fastur venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála.
Ídesember varð Ole Gunnar Solskjær kallaður inn at taka sær av besta liðnum hjá felagnum eftir at porgutisin José Mourinho hevði fingið fótin. Talan var um, at hann fyribils skuldi standa fyri liðinum. Men úrslitini undir Solskjær hava verið so góð, at hann nú hevur fingið fast starv, fyribils í trý ár, skrivar Manchester United á heimasíðu síni.
Ole’s at the wheel! We can confirm that Ole Gunnar Solskjaer has been appointed as #MUFC manager.
— Manchester United (@ManUtd) 28. marts 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald