Fótbóltur

Ole Gunnar Solskjær upp á tal í Manchester United

Felagið kom í gjárkvøldið av óvart at viðganga, at norðmaðurin varð settur sum fyribils avloysari hjá Mourinho.

Ole Gunnar Solskjær (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solskjær (Mynd: EPA)

2018-12-19 07:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at norðmaðurin Ole Gunnar Solskjær verður settur sum fyribils venjari í Manchester United eftir at enska stórfelagið í gjár avgjørdi at sleppa sær av við portugisan José Mourinho.

Manchester United kom av óvart at viðganga ætlanina við norðmanninum á heimasíðu síni í gjárkvøldið. Har kom at standa eina løtu, undir einum videoklippi, at Ole Gunnar Solskjær er settur sum fyribils venjari, skriva norskir miðlar.

Seinni varð filmskutið tikið av heimasíðuni, og enn eru tíðindini um Solskjær ikki alment kunngjørd, skrivar nrk.no.

Filmskutið vísti avgerandi málið hjá Solskjær í Champions finaluni í 1999 móti Bayern München.

Ole Gunnar Solskjær hevur annars júst longt sáttmála sín við Molde FK í bestu deildini við trimum árum. Molde gjørdist nummar tvey í norsku kappingini í ár eftir Rosenborg. Norska fótbóltskappingin liggur tí still í løtuni.

Ein av leikarunum hjá Molde FK er føroyski landsliðsspælarin, Sonni Ragnar Nattestad, sum annars síðstu tíðina hevur verið leigaður út til danska felagið AC Horsens. Nú á nýggjárinum verður Sonni Ragnar aftur tilknýttur norska felagið.

Solskjær gjørdist høvuðsvenjari fyri Molde fyrstu ferð í 2011. Í januar 2014 tók hann av einum tilboði at gerast venjari í Premier League í Onglandi, tá hann tók við venjarastervinum í Cardiff City. Men tað eydnaðist ikki norðmanninum at sleppa undan niðurflyting, og Solskjær flutti aftur til Noregs.

Ole Gunnar Solskjær hevði í árunum 1996 til 2007 sáttmála við Manchester United, har hann skjeyt 91 mál í 235 dystum. Hann var kendur fyri at byrja nógvar dystir á beinkinum, men kortini at fáa avgerandi leiklut sum innskiftari í stórheitstíðini undir Sir Alex Ferguson sum venjara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder