Lene Terp, landsliðsvenjari hevur nú sett liðið til dystarbyrjan móti Skotlandi í kvøld, og samanborið við byrjunaruppstillingina á Tórsvølli í farnu viku, eru tvær broytingar framdar.
Hetta skrivar Fótbóltssambandi á heimasíðu sínari.
Sanna Svarvadal spældi góðar 80 sera krevjandi minuttir á føroyska miðvøllinum móti Spania fyri fáum døgum síðan, og í kvøld byrjar hon á bonkinum við møguleika fyri innskifting seinni í dystinum. Liðskiparin hjá KÍ hevur ávísar trupulleikar við lærkrikanum og hevur ikki fingið vant fult í Skotlandi. Í hennara stað á miðvøllinum kemur Olga Kristina Hansen. Hetta verður hennara landsdystur nummar 62; saman við Heidi Sevdal er hon tann, sum hevur umboðað kvinnulandsliðið flest ferðir.
Harumframt er Maria á Lakjuni eisini við frá byrjan í dystinum í kvøld. Av persónligum orsøkum er Lea Lisberg ikki tøk til dystin í Skotlandi, og í hennara stað er 19 ára gamli verjuspælarin úr Víkingi komin, skrivar fsf.fo.
Tær 11, sum byrja dystin fyri Føroyar eru hesar:
Óluva Allansdóttir Joensen - Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen - Maria Biskopstø
Dysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur á Hampden Park. Talan er um 2. umfar í undankappingarbólki B til HM 2023. Føroyar taptu hóskvøldið 10-0 fyri Spania á Tórsvølli - Skotland vann kvøldið eftir 2-0 í Ungarn og er stórfavorittur í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 19.35 og til ber at stroyma dystin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.
Les eisini: - Vit eru væl fyrireikaðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald