
Hann skoraði átta mál í báðum teimum fyrstu EM-undankappingardystunum í november, har hann gjørdist í báðum førum gjørdist føroyskur toppskjútti.
Óli Mittún er eisini ovast á toppskjúttalistanum í fremstu svensku deildini. Eftir 25 umfør hevur 19-ára gamli hoyvíkingurin heili 169 mál.
Sí eisini: -Allar stjørnurnar savnaðar í stóru og nýggju høllini
Sí eisini: (Elias): -Nú gleða vit okkum bara til at spæla her
Tað gongst annars ikki serliga væl hjá Sävehof í løtuni. Liðið hjá Óla og Ísak Vedelsbøl tapti í Helsingborg leygardagin og er nú á 6. plássi. Tað fer at røkka til endaspælspláss, men í løtuni bendir ógvuliga litið á, at Sävehof endar við svenska meistaraheitinum.
Óli Mittún var ein lykil í ar fáa hetta í hús í fjør. Uppaftur meira hongur á unga hoyvíkinginum í ár, og hann roynir so at gera sítt.
Føroyski spælarin varð kosin besti spælari í Handbollsligaen fyri februar. Hann skoraði 34 mál í fýra dystum (beint yvir átta mál í miðal) og legði upp til 13 mál. Tað er Svensk Elithandboll, sum kjósar mánaðinnar spæalra.
Í annaðkvøld klokkan skal Óli Mittun aftur spæla fyri Føroyar, har hann eisini hevur stóra ábyrgd. Nú verður tað tó saman við millum annað systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í bakketuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald