Fótbóltur

Óli H. Olsen skiftir til NSÍ

33-ára gamli toftamaðurin skal spæla í gulum og svørtum komandi kappingarár.

Óli H. Olsen varð í gjárkvøldið kunndjørdur sum NSÍ'ari
(Mynd: nsi.fo)

Óli H. Olsen varð í gjárkvøldið kunndjørdur sum NSÍ'ari (Mynd: nsi.fo)

2019-02-22 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan hjá NSÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at Óli Højgaard Olsen hevur skrivað  undir sáttmála við felagið. Harvið skiftir hann frá grannunum B68

Óli hevur leikt 118 dystir og skorað 18 mál í Betri deildini, og er skrásettur fyri tilsamans 274 dystir í vaksnamanafótbólti á Faroe Soccer. Allir uttan fimm eru við barndómsfelagnum B68. Í 2013 spældi Óli H. Olsen eitt stutt tíðarskeið við næstbesta liðnum hjá Vìkingi

Óli er 33 ár og hevur skorað 50 mál í 1 deild. Talan er um ein royndan leikara, sum nú hevur gjørt eitt-ára sáttmála í Runavík.

Hett er fjórði leikarin, ið skiftir til NSÍ í vetur. Ein annar fyrrverandi B68-leikari, Oddur Á. Højgaard, er komin úr EB/Streymi, Búi Egilsson er komin úr Suðuroy, og norski miðvallarin, Peder Nersveen spælir eisini fyri NSÍ komandi kappingarár.

NSÍ boðaði eisini frá í gjárkvøldið, at tveir ungir leikarar ið eru uppaldir í felagnum, hava gjørt sín fyrsta sáttmála við felagið. Talan er um miðvallaran Aron Miðberg Mikkelsen og verjuleikaran Meinhard Debes Geyti. Báðir eru føddir í 2001, og NSÍ skrivar, at " hetta er ein partur av framtíðar ungdómsmenningini hjá NSÍ, har tankin er at vísa teimum ungu leikarnum álit". Meinhard D. Geyti hevur umboðað U17-landsliðið seks ferðir.   

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder