
Eftir flotta HM-endaspælið, har Óli Mittún gjørdist toppskjútti og MVP, hevði 20-ára gamli hoyvíkingurin eitt sindur av frítíð, áðrenn venjingarbyrjan á Fjóni.
Tað eru tvær vikur síðani, at GOG byrjaði at venja. Fyriuttan ein stuttan túr í Føroyum, hevur føroyingurin koyrt á í Gudme saman við nýggju liðfeløgunum fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.
Óli Mittún til venjing
GOG skal spæla í Champions League í 2025/2026. Liðið skal eisini royna at bjóða Aalborg av um danska meistaraheitið.
Mett verður, at GOG-hópurin er heldur smalur. Ein roynd varð gjørd at heinta systkinabarn Óla Mittún úr Kiel, men týska felagið vildi ikki selja sín nummar 71.
Sí eisini: Elias á Skipagøtu fer ongan veg
Ístaðin fer nógv at liggja á júst Óla. Hann var besti spælari í svensku deildini síðsta kappingarár, og GOG væntar nógv av føroyinginum saman við einum øðrum stjørnuskoti: Frederik Emil Pedersen.
Spælskiparin var tann besti spælarin hjá donsku U21 heimsmeistarunum í kappingini í Póllandi, har Óli Mittún var tann mest virðismikli av øllum. Á sosialu miðlunum fegnast hondbóltsklekingardepilin á Fjóni um, at hava hesar evnaríku HM-heiðursmerkjavinnararnar til bakketuna.
Sí og hoyr eisini: Frederik Emil: Gleði meg ógvuliga nógv at spæla saman við Óla Mittún
Samrøðan omanfyri varð gjørd við danan eftir dystin móti Føroyum í Póllandi í juni
GOG spælir seinni í dag venjingardyst móti Ribe-Esbjerg, sum eisini er í bestu donsku deildini.
Føroyski landsliðsstrikuspælarin Teis Horn Rasmussen er settur í samband við eitt skifti til júst hetta felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald