Hondbóltur

- Gleði meg ógvuliga nógv til at spæla saman við Óla Mittún

- Vit møttu einum øðrvísi føroyskum liði í dag, og man merkti, at ikki so nógv var uppá spæl. Tað sigur Frederik Emil Pedersen við Portalin. Danski profilurin úr GOG vónar tó, at Føroyar koma heilt langt.

Stóri danski profilurin, Frederik Emil Pedersen, spældi størsta partin av dystinum móti Føroyum í danska álopinum. Spælskiparin var tó ikki í

Stóri danski profilurin, Frederik Emil Pedersen, spældi størsta partin av dystinum móti Føroyum í danska álopinum. Spælskiparin var tó ikki í "tvídysti" við komandi GOG-liðfelagin (Mynd: IHF / Kolektiff)

2025-06-24 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyar spældu heilt uttan sínar størstu profilar í dag - teir sum eru á A-landsliðnum eisini. Danir nýtti allarstørsta profilin Frederik Emil Pedersen í yvir 40 minuttir í álopinum og skiftu rímiliga nógv út í dystinum.

- Tað var ikki soleiðis, at tað var lív ella deyði. Man fór sjálvandi eftir at vinna, men bæði liðini vóru víðari, og hetta merktist serliga út á dystin.

Hetta sigur Frederik Emil Pedersen, sum Portalurin fekk orðið á eftir 41-32 sigurin hjá Danmark á Føroyum. Báðir partar viðurkendu, at dysturin ikki var so týðandi.

- Gleði meg til samstarvið við Óla

Frederik Emil helt fyri, at Føroyar sum so spældu við einari "B-ketu". Serliga við at "Oli ikki var med".

Júst Óla Mittún fer Frederik Emil Pedersen annars at læra heilt væl at kenna skjótt. Stutt eftir U21 HM gerast teir liðfelagar í GOG, har danin longu hevur gjørt vart við seg.

- Eg gleði meg ógvuliga nógv, staðfestir danski spælskiparin, tá vit nevna komandi samstarvið.

- Hann er jú ein ótrúliga dugnaligur og spennandi spælari. Eg eri eisini vísur í, at vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum.

Danir taka ein dyst í senn - vónar at Føroyar fara heilt langt

Tá vit spyrja um føroyska spælið og framtíðarvónirnar í kappingini, nú fjórðinsfinalan nærkast, var Frederik Emil Pedersen greiður: 

- Hetta er eitt ógvuliga spennandi lið, og eg vóni í roynd og veru, at teir koma heilt langt hesa vikuna.

Sí eisini: Danskur viðmerkjari: - Tað er jú vilt at Føroyar vinna á Fraklandi

Tá vit spurdu fryntliga danan um donsku vónirnar, var hann meira hóvligur.

- Eg fari ikki at tosa so nógv um heiðursmerki. Vit taka ein dyst í senn.

Danmark spæla fjórðingsfinalu móti Noreg, meðan Føroyar skulu spæla móti Slovenia. Báðar 1/4-finalurnar verða spældar hósdagin 26. juni klokkan 17.30 føroyska tíð.

Hoyr alla samrøðuna við Frederik Emil Pedersen ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder