Fótbóltur

Óli Mittún mest virðismikli spælari og toppskjútti í endaspælinum

Fyri fjórðu ferð av fýra gjørligum gjørdist Óli Mittún endaspælstoppskjútti - hesaferð við 73 málum - og fyri aðru ferð MVP. Spælskiparin hevði eisini flest upplegg í kappingini.

Ein errin Óli Mittún fær HM-heiðursmerki. Føroyski úrmælingurin fekk eisini persónligar heiðrar (Mynd: Sverri Egholm)

Ein errin Óli Mittún fær HM-heiðursmerki. Føroyski úrmælingurin fekk eisini persónligar heiðrar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-29 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var eingin persónlig heiðran sum so á pallinum, men meðan heiðursmerkjahandanin var, kunngjørdi altjóða hondbóltssamgongan, IHF, at Óli Mittún var besti spælari í U21 HM. Hetta á sosialu miðlum sínum.

[object Object]
Føroyski úrmælingurin gjørdi aftur vart við seg á stóra pallinum (Mynd: IHF)

Heiðurin eitur "Mest virðismikli spælari" (MVP). Hendan vann Óli eisini til fyrsta endaspælið hjá árgangunum saman - til U18 í EM 2022. 

Tá gjørdist Óli endaspælstoppskjútti við heili 80 málum. Hetta var met. Úrmælingurin gjørdist síðani HM-toppskjútti í 2023 (U19) og til U20 EM í fjør.

Nú er 20-ára gamli hvirluvindurin úr Hoyvík ferfaldur endaspælsmálskjútti. Við teimum níggju málunum í kvøld rakti Óli Mittún 73 mál í átta dystum - hann tók bert brotskøst í dystinum móti Danmark.

Svenski spælskiparin Axel Månsson, sum Føroyar fingu gott tamarhald á eftir steðgin í bronsusigrinum, endaði trý mál aftanfyri. Hann varð kosin besti spælskipari, meðan Óli vann MVP.

Óli Mittún hevði eisini flest upplegg í kappingini - almenna talið var 54. Harvið aftur eitt framúr avrik hjá føroyinginum sum tók risa ábyrgd

2025 - IHF Men's Junior World Championship
Heiðrar og Allstar-lið

Málverji: Diogo Rema Marques (Portugal)
Høgri vongur: Magnus Storgaard Pedersen (Danmark)
Høgri bakkur: Nikolaj Larsson (Danmark)
Spælskipari/miðja: Axel Månsson (Svøríki)
Vinstri bakkur: Joao Lourenco (Portugal)
Vinstri vongur: Noah Martinsson (Svøríki)
Strika: Moaz Azab (Egyptaland)

Toppskjútti: Óli Mittún (Føroyar) – 73 goals
Mest viðrismikli spælari (MVP): Óli Mittún (Føroyar)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder