
Magdeburg koppaði Hákun West av Teigum og Füchse Berlin í Köln í juni - hóast føroyski høgri vongurin spældi eina frálíka Champions League finalu.
Tað er eingin ivi um, at týska liðið er favorittur á Fjóni. Óli Mittún og hinir skulu tó eftir týðandi stigum í bólkinum, og tað er helst heldur eingin ivi um, at kviki føroyingurin fer at órógva Magnus Saugstrup og hinar í Magdeburg-verjuni.
Dysturin í Arena Svendborg byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð. Hann sæst á DR2 og á DRTV
Magdeburg hevur fult stigatal eftir trý umfør í bólki B. GOG hevur tvey stig. Heili 14 umfør skulu spælast - nummar eitt og tvey fara beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan nummar 3-6 skulu spæla play-off. Sí støðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald