Síðsta vikuskifti vann GOG týðandi og tætta dystin í Fredericia.
Hesin gjørdi, at GOG lyfti seg upp á 2. plássið í endaspælsbólki 1. Tað gevur pláss í DM-hálvfinalunum.
Í gjár tapti Frederica fyri Aalborg, og harvið kunnu Óli Mittún og liðfelagarnir við sigri á Fjóni í dag tryggjað hálvfinaluplássið.
Hetta tá Skjern vitjar.
Dysturin byrjar klokkan 15 føroyska tíð og sæst á donsku TV2-rásini og á stroymingartænastuni TV2 Play. Undansendingin byrjar klokkan 14.30
Í gjár stóð systur Óla, Jana Mittún, fyri einum góðum persónligum avriki móti Odense: Hetta við millum annað fýra málum, seks uppleggum og trimum vunnum brotskøstum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald