Hondbóltur

Óli og Torstein stórfegnast um tvey stig: - Nú snýr tað seg um ísbað og annað

Óli Mittún skeyt 15 mál: - Seinni kom meira pláss til hinar, sum tóku av...vit eru tryggari í skotunum í 2. hálvleiki, heldur dagsins spælari. Torstein Sivertsen hevði 11 bjargingar - tað var umráðandi við tí fyrstu.

Óli Mittún, toppskjútti, og málverjin Torstein Sivertsen (Mynd: Agnar Prestá)

Óli Mittún, toppskjútti, og málverjin Torstein Sivertsen (Mynd: Agnar Prestá)

2025-06-18 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin):

 - Hetta var ótrúliga umráðandi; serliga tá man hugsar um at bert tvey lið koma víðari.

Tað var ein ovurfegin málverji, sum Portalurin hitti uttanfyri føroyska skiftingarrúmið fyri løtu síðani. Torstein Sivertsen kom inn í føroyska málið miðskeiðis í 1. hálvleiki, og hevði hann 11 bjargingar. Summar teirra vóru stórar.

- Tað gav eitt boost at fáa fatur á bóltum tíðliga. Haldi eisini at verjan stendur ógvuliga væl í 2. hálvleiki.

[object Object]
Torstein Sivertsen stóð ógvuliga væl í føroyska málinum (Mynd: Kolektiff/IHF)

Sí eisini: Føroyska ferðin og snildni sigraði á norðurmakedónska fysikkinum

Av útispælarunum var Óli Mittún tann heilt stóri. 15 mál, níggju upplegg og nógvar støður, har nummar 78 gav norðurmakedónum høvuðbrýggj.

- Móti endanum fingu hinir meira pláss(...) sum heild brenna vit nakað nógv í fyrra hálvleiki, hóast álopsspælið er gott allan dystin. Vit hava nøkur onnur brigdi og hyggja betri eftir málverjanum, staðfestir Óli fyri Portalinum.

[object Object]
Her halda norðurmakedónar í Óla Mittún, men tað var teimum nærum ógjørligt at gera lógliga. Hann var flúgvandi í dag, og tað er ein fragd at síggja unga mannin spæla hondbólt - serliga um man er føroyingur.

Nú snýr tað seg um ísbað, at eta rætt og restitutión, sigur kviki bakspælarin. Føroyar skulu spæla móti Íslandi í morgin klokkan 10.45 føroyska tíð, so har eru ikki nógvir tímar at geva av. Talan er um týðandi dyst í stríðnum um víðari luttøku, og um tvey lið, ið kenna hvørt annað heilt væl.

Hoyr ljóðsamrøðuna við Óla Mittún og Torstein Sivertsen í Katowice ovast. 

---------------------------------------------------------------------------

U21 HM 2025 - bólkur F, 1. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Norðurmakedónia 33-28 (16-15)

Dystargongdin
5 min: 2-3
10 min: 5-6
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 16-15
35 min: 18-15
40 min: 21-19
45 min: 23-20
50 min: 27-24
55 min: 30-25
60 min: 33-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 15 (9 upplegg)
Óla Jákup Gaard Olsen 6
Rókur Ziskason 4
Ísak Vedelsbøl 4
Høgni Heinason 2
Trúgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1

Bjargingar: 
Torstein Sivertsen 11 (37 prosent) - eitt brotskast
Aleksandar Sasha Lacok 5 - tvey brotskøst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder