Í dag kom HM-endaspælið hjá U19-monnum at enda í Kroatia. Sum væntað gjørdust sterku spaniólarnir heimsmeistarar. Teir vunnu 28-23 á Danmark í finaluni. Hesin árgangurin vann eisini EM í fjør. Tað er tó fyrstu ferð, at Spania vinnur U19-HM.
Vertirnir Kroatia endaðu við bronsuheiðursmerkjum eftir longda leiktíð móti Egyptalandi. Føroyar taptu fyri Noreg og endaðu á 8. pláss: Føroyar - nummar átta í heiminum í hesum aldursbólkinum. Tað ljóðar framúrskarandi flott, og tað er tað eisini, tá man hugsar um, hvørjum vit eru uppi ímóti. Tó irðar man seg í føroysku leguni um, at tað júst ikki rakk til hálvfinalupláss og møguliga HM-heiðursmerki.
Sí eisini: U19: Endaðu á 9.plássi í HM-endaspælinum
Hjá Óla Mittún og liðfeløgunum sveið tað ótrúliga nógv at missa sigurin móti Egyptalandi í fjórðingsfinalunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Talan hevur tó verið um stóra kapping hjá føroyska liðnum, sum basti millum annað Svøríki og Týsklandi á vegnum. Ikki óvæntað gekk Óli Mittún á odda. Hoyvíkingurin skoraði ávíkavist 17 og 13 mál í omanfyrinevndu dystunum, og hann gjørdist eisini toppskjútti í allari kappingini við heili 87 málum í átta dystum.
Sí eisini: Óli Mittún: Hetta er næstan óbeskriviligt
Óli hevði harvið beint undir 11 mál í miðal, og sambært Handballstatz legði føroyski bakspælarin upp til allarflest mál í kappingini. Hann gjørdist eisini toppskjútti, umframt MVP (Mest virðismikli spælari) í EM-endaspælinum fyri U18-lið í fjør.
Hesa ferð fekk ein dani heiðurin, men Óli Mittún kom á All Star-liðið, ið varð kosið eftir kappingina. Sävehof spælarin varð valdur til besta spælskipara í HM-endaspælinum.
All Star-liðið:
Málverji: Alvaro Perez Mendez, Spania
Toppskjútti: Óli Mittún, Føroyar - 87 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald