Hondbóltur

Øll vilja síggja landsliðið

Heimadysturin móti Ukraina 26. apríl er longu útseldur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-09 22:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áhugin at síggja Elias, Hákun, Óla og hinar á føroyska landsliðnum er ovur stórur í hesum døgum.

Men hevur tú ikki longu ognað tær eitt atgongumerki til næsta heimadyst hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, so ert tú ov seinur. Tí í kvøld er nevniliga útselt til dystin millum Føroyar-Ukraina 26. apríl 2023.

Atgongumerki hava staðið til sølu í longri tíð, men tað var ikki fyrr enn fyrrapartin, at sølan veruliga tók dik á seg. Í morgun vóru 35 atgongumerki seld, og nú í kvøld, ja nú er útselt. Høllin á Hálsi tekur umleið 1500 áskoðarar.

[object Object](Mynd: Andrei Antal)

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Rumenia

Tað var eisini frammanfyri einari fullsettari høll, at Føroyar vunnu 28-26 móti Rumenia í gjár, og vónin um EM-endaspæl livir enn, og hetta hevur uttan iva elvt til at fleiri vilja sleppa at uppliva tað. Leygardagin bresta liðini aftur saman, og tað verður tá í Bukarest í Rumenia.

Men tað verður møguliga á heimavølli 26. apríl, at tað verður avgjørt um Føroyar sleppa til endaspæl ella ikki.


---

Elias Ellefsen á Skipagøtu: Hetta er eitt stórt stig á vegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder