Í morgin verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum. Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla ein felagstúr, sum verður úr Havn til Eiðis, víðari til Tjørnuvíkar og so aftur til høvðusstaðin. Í alt verða fleiri enn hálvt hundrað súkklur á vegnum.
Hesum boðar Team Rynkeby Føroyar frá í kvøld.
Túrurin byrjar í Havn klokkan 9. Síðani verður súkklað til Eiðis, víðari til Tjørnuvíkar áðrenn leiðin gongur aftur til høvðusstaðin. Væntandi kemur túrurin at taka meginpartin av degnum.
Team Rynkeby Føroyar hevur nú verið til í fimm ár, og hetta er sætta liðið, ið fyrireikar seg til at súkkla til París. Farið verður avstað 27. juni, tá súkklað verður úr Klaksvík til Havnar. Síðani verður farið til Danmarkar við Norrønu. Higani verður súkklað allan vegin til franska høvðusstaðin, París.
Team Rynkeby Føroyar savnaði í fjør 1,3 milliónir krónur inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald