Sjey dystir í EM-undankappingini eru leiktir í kvøld.
Í bólki A skoraðu onglendingar aftur fimm mál. Liðið hjá Southgate kom annars afturum í Montenegro, men síðani vísti Ross Barkley góðsku við einum uppleggi(til Micheal Keane) og tveimum málum. Kane og Sterling øktu innanfyri seinastu tjúgu minuttirnar, og Ongland er í stórformi.
Luksemburg vann á Litava í 1. umfari og vísti eisini tenn í dag, men Ukreina avgjørdi dystin í yvirtíðini. Portugal spældi javnt annan heimadystin á rað. Evropameistararnir mistu eisini Ronaldo, ið fór út við skaða í baklærinum eftir hálvan tíma.
Íslendingar vitjaðu í París, og hildu dystin spennandi til seinasta fjórðingin, tá fraklendingar skoraðu tríggar ferðir, og har fronsku áleypararnir allir komu á máltalvuna.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur A:
Kosovo - Bulgaria 1-1
Montenegro - Ongland 1-5
Bólkur B:
Luksemburg - Ukreina 1-2
Portugal - Serbia 1-1
Bólkur H:
Andorra - Albania 0-3
Frakland - Ísland 4-0
Turkaland - Moldova 4-0
Seinastu átta dystirnir í 2. umfari í undankappingini verða leiktir í morgin, har millum annað Føroyar skulu royna seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald