Fótbóltur

Onki mál í Gundadali enn

Champions League: Kí hevur havt tamarhaldið á norsku meistarunum í fyrra hálvleiki.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-08 20:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KÍ stendur onki aftan fyri norsku meistararnar Molde BK í Champions League dystinum í Gundadali. Fyri løtu síðani varð bríkslað til hálvleik.

Onki mál er komið enn.

Møguliga eru menninir á norska liðnum betri bóltleikarar hvør sær, men myndin  í fyrra hálvleiki er, at KÍ er betri organiserað, spælararnir bakka hvønn annan væl upp.

Tað sæst at Molde er eitt kontra lið. Tað eru ikki teir, sum hava bóltin mest. Tað er KÍ, sum sær út til at hava ein taktikk, sum sigur, at tað er ongin orsøk at skunda sær í hesum dystinum.

Við einari jarnsolidari verju, hava Molde leikararnir verið ófarligir í fyrra hálvleiki, hóast teir á almennu hagtølunum hjá Uefa standa til at hava havt fleiri málmøguleikar enn KÍ.

Sigast má eisini, at KÍ-liðið er borið fram av eini sera væl stuðlandi heimaáskoðarafjøld. Stuðulin til heimaliðið er neyvan hoyrdur stinnari á Tórsvølli.

KÍ byrjaði væl, og hevði longu í triðja minutti ein sera vandamiklan skallara eftir horna í høgru síðu, sum fór uppum.

Tveir minuttir seinni var aftur ein líknandi, sum for framvið eftir innleg – eisini hesaferð frá Árna Frederiksberg – úr høgru síði.

Árni Frederiksberg hevur uttan iva verið besti spælari í fyrra hálvleiki -  hevur víst altjóða støði, nógv størri enn nakar á norska meistaraliðnum.

Týsdagur 8. august 2023

Champions League, 3. umfar:

KÍ - Molde (0-0) 

36' Gult kort: Jákup B. Andreasen

(Myndir: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder