2019-06-01 17:56
Hóast tað bara vóru trý 10 mannafør, sum luttóku í dag, bleiv tað ein ógvuliga spennandi róður. Bátarnir skiftust um at vera á odda og fylgdust stavn um stavn inn eftir vágni.
Havnarbáturin fór at renna tá eini 200 metrar vóru eftir á mál, men royndu rógvararnir á Orminum Langa vóru teir drúgvaru til síðst. Hetta boðar frá góðum til komandi róðrar í summar.
1. Ormurin Langi 04.40.33
2. Suðuroyingur 04.41.16
3. Havnarbáturin 04.42.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald