Fótbóltur

Øssur Hansen nýggjur høvuðsvenjari á Argjum

52-ára gamli toftamaðurin flutti í 2020 upp sum venjari hjá barndómsfelagnum - hetta var við at vinna á júst AB. Nú skal Øssur royna at fáa besta liðið hjá AB upp í Betrideildina aftur.

Øssur Hansen var í fleiri ár oddamaður hjá barndómsfelagnum - fyrst sum spælari og seinni sum venjar (Mynd: Sverri Egholm)

Øssur Hansen var í fleiri ár oddamaður hjá barndómsfelagnum - fyrst sum spælari og seinni sum venjar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-27 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í kvøld kann Argja Bóltfelag kunngera, at nýggjur venjari er settur til besta mansliðið, sum júst er flutt niður úr Betrideildini í 1. deild. Nýggi venjarin er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðslegendan, Øssur Hansen, sum nú skal standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB. Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi í tvey ár.

Soleiðis skrivaði Argja Bóltfelag á heimasíðu sínari fyri løtu síðani. Talan er um ein persón við nógvum royndum í fótbóltsheiminum: Nógvir hundrað dystir í fremstu røð - serliga við barndómsfelagnum B68 - og 51 A-landsdystir. Sum venjari hevur Øssur Hansen tvær ferðir verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum á Svangaskarði.

- Vit minnast við ringum tannabiti aftur á helst ein tann størsta sigurin hjá Øssuri sum venjara, tá hann við B68 vann upp- og niðurflytingardystin ímóti AB í 2020. Øssur bygdi eitt ungt, lokalt lið á Toftum, ið síðani uppflytingina í 2020 hevur ment seg og havt fastan sess í Betrideildini.

[object Object]
Øssur fegnast á Tòrsvølli eftir at B68 óvæntað vann upp-og niðurflytingardystin móti AB í november 2020 (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Nú hevur hann tikið yvir hjá AB, sum aftur hevur verið fyri einari niðurflyting (Mynd: Argja Bóltfelag)

Øssur Hansen helt B68 uppi í 2021 men segði seg úr starvi eftir ringa gongd á vári 2022. Í 2023 hevur hann staðið á odda fyri einum ungum 1. deildarliði hjá B36, umframt U19-landsliðnum hjá dreingjum. Har endaðu Øssur og ungu menninir EM-undankappingina við 3-2 sigri á Armenia. Toftamaðurin heldur fram í hesum starvinum, samstundis sum hann verður venjari á Argjum.

Setningurin hjá Øssuri í AB verður nakað tann sami, sum hann var fyri nøkrum árum síðani í B68.

- Málið komandi kappingarár er at flyta uppaftur í bestu deildina, og síðani verður avbjóðingin at skapa eitt lið, sum megnar at varðveita eitt støðugt pláss í bestu mansdeildini. Í 2024 er ætlanin, at fleiri lokalir leikarar skulu fáa møguleikan, men samstundis viðurkennir felagið, at eisini er neyðugt at fáa onkran styrk til liðið. Hetta arbeiðið er í gongd í hesum døgum, skrivar Argja Bóltfelag.

AB flutti niður í 1. deild sum nummar níggju í Betrideildini við 18 stigum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder