Annað

Óvæntað góð undirtøka fyri navnakappingini hjá Føroya Arena

Fleiri enn 50 navnauppskot eru komin inn, men fram til 1. juli. ber enn til at senda inn uppskot.

2023-06-25 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri at finna eitt hóskandi navn til stórhøllina við Stórutjørn, sum fyribils hevur arbeiðsnavnið Føroya Arena, varð navnakapping lýst miðskeiðis í mai mánað, higartil eru fleiri enn 50 navnauppskot komin inn.

– Kappingin hevur víst seg at vera rættiliga væl eydnað við meira enn 50 einastandandi og hugkveikjandi navnauppskotum, ið longu eru send okkum. Hetta leggur dent á tann týdning og eldhuga, sum felagsskapurin hevur fyri okkara nýggja savningardepli, skriva fyrireikarar í tíðindaskrivi.

Enn ber til at senda inn uppskot. Freistin er nevniliga 1. juli. Uppskot skulu sendast til [email protected]. Samsýningin fyri vinnarauppskotið er 5.000 krónur.

– Sama um tú hevur eina djúpgongda fatan av føroyskari mentan, kærleika til mál ella eitt hugskot, ið bara ljóðar væl, eru vit sera fegin um at hoyra frá tær. Okkara mál er at finna eitt navn, ið er viðkomandi lokalt og samstundis í altjóða høpi. Eingin ivi skal vera um, at henda arena er Føroya savningarstað í ítrótti, tónleiki og mentan.

– Eftir innsendingarfreistina fer eitt lið av umboðum úr ymsum samfelagsbólkum og yrkisøkjum at ganga ígjøgnum øll uppskotini, og hesi umboð fara at velja tað endaliga navnið, ið best tænir endamálinum hjá arenaini og okkara føroyska samleika.

Vinnandi navnauppskotið verður kunngjørt í september. Eftir ætlan skal Føroya Arena lata upp í januar 2025.

Lagt verður afturat, at arbeiðið við at byggja Føroya Arena gongur sum ætlað, og at tíðarætlanin er óbroytt. 

– Í næstum fara vit at stoypa, og tað fer at geva stórhøllini form, og vit fáa ta røttu kensluna av, hvussu høllin fer at síggja út í landslagnum, og hvar hon stendur. Tíðarætlanin er óbroytt, og tað ber í sær, at um minni enn tvey ár kann høllin takast í nýtslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder