Fótbóltur

Óvæntaðar broytingar á føroyska liðnum

Viljormur Davidsen, Geza David Turi og Jóan Símun Edmundson avloysa ávikavist Martin Agnarsson, Jákup Biskopstø Andreasen og Meinhard Egilsson Olsen í byrjanaruppstillingini.

Geza David Turi byrjar fyri fyrstu ferð inni í einum heimadysti (Mynd: Sverri Egholm)

Geza David Turi byrjar fyri fyrstu ferð inni í einum heimadysti (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-12 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ógvuliga flotta avrikið hóskvøldið, hava Eyðun Klakstein og toymi valt at gera tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingini til uppgerðina við favorittarnar úr Kekkia:

Frá byrjan sær føroyska liðið soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Miðvøllurin verður mannaður við Árna Frederiksberg, Brandi Hendriksson Olsen, Geza Dávid Turi og Hanusi Sørensen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Harvið fáa Martin Agnarsson, Jákup Biskopstø Andreasen og Meinhard Egilsson Olsen ikki endurval eftir síni avrik móti Montenegro.

Geza David Turi og Jóan Símun Edmundsson komu væl inn í dystinum hósdagin, har báðir - serliga Jóan Símun - vóru við í síðsta málinum.

Viljormur Davidsen spældi als ikki seinast. 34-ára gamli vinstri vongbakkurin verður liðformaður í dag.

Sí beinleiðis bloggin her

Lurta eftir FM1 her - beinleiðis upptakt er í løtuni

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, sunnudagin 11. oktober
17.00: Føroyar - Kekkia

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder