Fótbóltur

Óvæntaði úrslit í Coppa Italia

Roma varð úrlatið av Fiorentina - Ronaldo og Juvenuts varpaði út eftir greitt tap.

Ronaldo og Douglas Coasta á veg út av leikvøllinum í Bergamo, eftir at Juventus varð sligið út av Atalanta í fjórðingsfinaluni
(Mynd: EPA)

Ronaldo og Douglas Coasta á veg út av leikvøllinum í Bergamo, eftir at Juventus varð sligið út av Atalanta í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

2019-01-31 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingunum í Spania og Italia verða avgjørdar hesa vikuna. 

Les eisini: Copa Del Rey: Barcelona víðari eftir stórsigur á Sevilla

Í gjárkvøldið vórðu stórfeløgini Roma og Juventus send heim við tapum og harvið send út av Coppa Italia.

At Fiorentina vann á Roma var als ikki nøkur sensatióni - fýra stig skilja liðini í Serie A - Men liðið úr høvuðsstaðnum, sum í fjør var í hálvfinaluni í Champions League, fekk veruliga oyruni í maskinuna i Firenze í gjárkvøldið, og hetta vakti ans. Fiorentina vann heili 7-1, og talan var um knúsandi effektivitet. Heimaliðið hevði bóltin 43 % av tíðini og hevði níggju skot uppá mál.  

Eftir 18 minuttir hevði Federico Chiesa skorað tvær ferðir. Tíggju minuttir seinni minkaði Aleksandar Kolarov um munin, men fimm minuttir seinni økti heimaliðið aftur. Edin Dzeko varð settur á vøllin í hálvleikinum, men tað hjálpti einki hjá Roma. Bosniski áleyparin fekk beinleiðis reytt kort í 71. minutti. Tá var 4-1, og seinasta korterið skoraði Fiorentina tvey mál. Chiesa fekk sítt hattrick, og innskifti Giovanni Simeone gjørdist tvífaldur málskjútti.

Tað kann verða sera torført fyri eitt lið at spæla ímóti Atalanta. Hetta fekk suverena oddaliðið í Serie A og vinnarin av Coppa Italia seinastu fýra árini at føla í gjárkvøldið. Juventus stillaði við sterkum liðið í Bergamo, men stutt fyri hálvleik skoraði Atalanta dystin, og Juve fekk ikki svarað aftur í 2. hálvleiki. Duvan Zapata lukkaði dystin í 86.minutti, og harvið gjørdist kolumbiski áleyparin tvífaldur málskjútti. Hann hevur, eins og Cristiano Ronaldo, skorað 15 mál í Serie A. Juvntus kann nú ikki vinna The Double fyri fimmtu ferð á rað.

Týskvøldið vann AC Milan 2-0 á heimavølli ímóti Napoli, har útiliðið annars hevði stóra leikliga yvirvág. Nýggi polski ályeparin hjá Milan skoraði bæði málini í dystinum. Í kvøld klokkan 20.00 dystast Inter og Lazio um seinasta plássið í hálvfinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder