Fótbóltur

Ovastu plássini eru uppá spæl

Heimaliðini eru favorittar, men útiliðini kunnu gera ein vørr í dag; serliga kunnu skálamenn verða tungir at syfta hjá HB.

Skála og HB hittust í finaluni í venjarakappingini. Í dag spæla tey um stig í Gundadali
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Skála og HB hittust í finaluni í venjarakappingini. Í dag spæla tey um stig í Gundadali (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-28 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra lið byrja uppá 7. umfar í dag. Fríggjadagin var dystur, í annaðkvøld er ein uppgerð, týskvøldið spæla fýra lið í 7. umfari, og hetta er eisini galdandi í dag:

(15.00)
KÍ - TB
HB - Skála

Skála er trý stig frammanfyri føroyameistaran, áðrenn liðið fer í Gundadal í dag. Lagt er upp til spennandi uppgerð, nú HB skal royna at yvirhála NSÍ og Viking og koma ájavnt i stigum við grannarnar og júst Skála. Eftir eina heldur tunga byrjan kann HB nú blanda seg meira í oddinum.

Skálamenn reistu seg í steypakappingini við stórsigri á TB, fýra dagar eftir at EB/Streymur vann á Skála. Tá var liðið hjá Eyðuni Klakstein oddalið. Nú skulu skálamenn royna at verða verandi í oddastríðnum. Talan er um torføra útiuppgávu - Skála vann á útivølli móti HB í 2017, men hevur tað annars trupult í Gundadali.

Við úrslitinum í Sarpugerði fríggjakvøldið er KÍ framvegis oddalið, eftir at øll liðini hava spælt seks dystir. Møguleikin fyri at klaksvíkingar varðveita oddasessin eftir hetta umfarið er góður. KÍ hevur vunnið tvær ferðir á B36 í Gundadali fyri kortum, og seinast KÍ spældi við Djúpumýru, varð NSÍ sent heim við tapið.

TB hevur víst dygdir í ár og fer at royna at hótta KÍ. Serliga við vandamikla Stefan Radosavljevic, ið heldur fram at skora. Hann er deildur toppskjútti í Betrideildini. Hin sum hevur fingið fimm mál, er Jóannes Bjartalíð. Klaksvíkingurin hevur verið sera eyðsýndur í ár, og nú skulu hann og liðfelagarnir royna at vinna fimta dystin á rað í kappingini. TB vann seinast í Klaksvík í 2013. Hja KÍ er Deni Pavlovic tøkur aftur - til reiðar at spæla ímóti liðnum hjá pápa sínum, Zoran Pavlovic.

Støðan undan 7. umfar: 
1. KÍ (14 stig)
2. Skála (12 stig)
3. B36 (12 stig)
4. Víkingur (10 stig)
5. NSÍ (10 stig)
6. HB (9 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (6 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig) 

Vit hava beinleiðis dagføringar á forsíðuni hjá okkum og fylgja upp eftir dystirnar, sum báðir byrja klokkan 15.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder