![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Á tíðindafundinum í FSF-húsinum í dag varð endaliga kunngjørt, at Eyðun Klakstein verður nýggjur A-landsliðsvenjari, og at Atli Gregersen verður nýggjur hjálparvenjari.
Harvið flyta U21-venjararnir, sum fyribils stóðu á odda fyri A-landsliðnum í ein mánaða í fjør, upp.
Hvørji onnur fólk verða í toyminum er framvegis óvist.
- Hetta er enn nýtt fyri okkum; vit hava júst undirskrivað sáttmálan. Nú fara vit í holt við at hyggja eftir millum annað samanseting av toymi.
Christian Andreasen, forseti, og Eyðun Klakstein vórðu spurdir um toymið, og um tað fer at vera umleið eins stórt og ta undanfarna. Tað var tað størsta, sum hevur verið.
Forsetin segði, at hetta vóru ikki nakrar ásetingar ella sum so krøv um. Har eru tó nakrir karmar, var staðfestingin frá báðum.
- Atli og eg hava fingið nakrar karmar sum vit skulu vera innanfyri, í mun til at seta toymi. Hesar eru vit nøgdir við.
Til Nations League-túrin í mars var bert Geza Turi, málmansvenjari, við frá gamla venjaratoyminum, umframt læknaliga toymi. Tá vóru fysiskur venjari og analytikari nýggir.
Einki stigakrav er til nýggja A-landsliðsvenjaran, staðfesti Christian Andreasen eisini í svari.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi í tvey ár - til endan av 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald