Nú nærkast til 18. oyggjaleikirnir, eisini kallaðir NatWest International Island Games, verða settir í Gibraltar.
Klokkan 18 verða leikirnir settir á Europa Sport Complex nærhendis suðuroddinum av Gibraltar.
Tá fara teir umleið 2.000 luttakandi íðkararnir frá 22 oyggjasamfeløgum at ganga inn á vøllin, har setanin fer fram.
Ein av høvuðshendingunum í sambandi við setanina er tá vatn frá øllum oyggjunum verður blandað í einum serligum kari. Tað er vatn – sjógvur – sum skilir oyggjarnar og eisini knýtur tær saman, og tú er vatnið vorðið súmbolið hjá oyggjaleikunum eins og eldslogin er fyri olympisku leikirnar.
Tað verður svimjarin, yngsti føroyski luttakarin, Elisabeth Erlendsdóttir, sum skal bera vatnið fram og stoyta úr serligari fløsku ílætnari einum bundnum plaggi, troyggju, við føroyskum mynstri.
Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá setanini.
Ítróttarkappingarnar byrja í morgin, sunnudagin. Tey fyrstu, sum skulu royna seg eru triatletarnir. Menninir leypa á bláman av Eastern Beach longu klokkan átta lokala tíð – kvinnurnar 40 minuttir seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald