Fótbóltur

Pætur heldur fram á Skála

Skála hevur í kvøld tryggjað sær ein ógvuliga týðandi sáttmála - 37-ára gamli miðvallarin tekur eitt ár afturat.

Pætur Dam Jacobsen hevur í hesari øldini verið í mangum nærdysti á miðvøllinum. Flestar dystir hevur hann spælt fyri Skála, og hann spælir eisini í ár í appelsinlitta búnanum (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Dam Jacobsen hevur í hesari øldini verið í mangum nærdysti á miðvøllinum. Flestar dystir hevur hann spælt fyri Skála, og hann spælir eisini í ár í appelsinlitta búnanum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-04 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nøkur heilt góð ár í EB/Streymi vendi Pætur Dam Jacobsen aftur til Skála í 2014. Tá vóru teir appelsinlittu júst fluttir upp í bestu deildina aftur. Síðani hevur stríðsfúsi miðvallarin verið ein sera umráðandi partur av Skála-liðnum, og seinasti árini hevur hann verið liðformaður.

Í vetur - heilt fram til nú - hevur verið ivamál um, hvar Pætur fór at spæla komandi ár. Áhugi hevur verið frá fleri feløgum, men seinastu tíðinda hevur Pætur vant við Skála-hópinum, og roynt hevur verið at fingið seinastyu viðurskiftini uppá pláss. Nú er greitt, at Pætur Dam Jacobsen verður ein lyklaleikari á nýggja Skála-liðnum. Skála ÍF kunnger í kvøld, at sera royndi leikarin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri komandi kappingarár. Talan er um sera góð tíðindi fyri Skála nú beint fyri kappingarbyrjan. 

Pætur hevur vunnið FM eina ferð (2012) og steypakappingina tvær ferðir (2010 og 2011) Øll steypini hevur 37-ára gamli miðvallarin vunnið við EB/Streymi. Samanalagt hevur Pætur Dam Jacobsen spælt 338 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 30 mál. Harumframt hevur Pætur spælt í 59 steypadystum og 14 dystum í Evropa. Hann hevur leikt fimm landsdystir - tveir av teimum vóru óalmennir.   

Pætur er havnarmaður, men hevur búð á Skála leingi. Skála ÍF stórfegnast um sáttmálan, og skrivar soleiðis á sínari facebook-síðu í kvøld: 

So kom undirskriftin vit øll hava bíða eftir!

Skála ÍF og Pætur Dam Jacobsen hava í kvøld undirskrivað sáttmála fyri kappingarárið 2020.

Tað hevur verið greitt nú í eina tíð, at Pætur fór at vera við aftur í ár, men partarnir hava brúkt nakrar dagar til at samskift um ymiski viðurskifti, bæði uppá stutt sigt og yvir longri tíð, hvussu man saman vil flyta felagið framá. Ongin ivi er um at tað rennur orange blóð í æðrunum á Pæturi, og vit eru fegin og errin um at leinga samstarvið.

Tað er torført at yvirmeta hvønn týdning Pætur hevur haft fyri Skála ÍF og Betri hópin seinnu árini. Pætur leikti við Skála í teimum góðu árunum 2005-2008, áðrenn hann fór nøkur ár til EB/Streym. Í 2014 vendi hann aftur til Skála, har hann hevur leikt síðan.

Síðan 2017 hevur hann borið liðskiparabandið á besta liðnum, og harvið eisini í stóran mun borið liðið í viðgongd og mótgongd. Hann hevur bæði vegleitt og uppmuntra sínar viðleikarar, og sagt tey borgarligu orðini, ið skuldu sigast, tá tað var neyðugt.

Umframt innsatsin á vøllinum, hevur Pætur eisini verið høvuðsungdómsvenjari okkurt árið, og hevur eisini vant ymisk barnalið og skipa fyri meirvenjingum.

Fantastiskt at vit aftur í 2020, saman við Pætur, kunnu siga Koyr á Skála!!





 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder