Hondbóltur

Pætur Mikkjalson: - Tíðin var komin til at flyta heim aftur

Sterki strikuleikarin, ið júst er úttikin til landsliðið, skiftir úr Neistanum og aftur í barndómsfelagið, H71.

Pætur Mikkjalson, her fyri Neistan í dysti í Hoyvík - Mynd: Jens Kr. Vang

Pætur Mikkjalson, her fyri Neistan í dysti í Hoyvík - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-08-01 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun varð kunngjørt, at 22-ára gamli strikuleikarin Pætur Mikkjalson er ímillum teir 19, ið eru úttiknir til venjingardystin ímóti Bjerringbro-Silkeborg komandi mikukvøld í Høllini á Hálsi.

Les eisini: Fleiri nýggj andlit í landsliðshópinum 

Pætur var partur av søguliga U21-landsliðnum, ið spældi HM-endaspæl í 2017, og hann var við til venjingardystirnar ímóti Grønlandi í januar. Hann var tó ikki við til nakran EM-undankappingardyst í farnu undankapping.

Pætur Mikkjalson hevur spælt vaksnamannahondbólt í Neistanum, men hann er hoyvíkingur og uppvaksin í H71. Nú fer hann aftur til røturnar: 

- Tað eri eg sjálvur, sum havi tikið avgerðina um at skifta til H71. Eg spældi har frá U6 til U18. Síðani flutti eg oman til Neistan, at spæla saman við teimum sum eg gekk i student saman við. Nú helt eg, at tíðin var komin til at flyta heim aftur

Pætur var við til at vinna steypakappingina við Neistanum í fjør. Í fimm finalum var H71 tó júst omaná. Seinastu tvær vikurnar hevur stóri og sterki strikuleikarin vant við føroyameistarunum. Hetta váttar hann fyri Portalinum. Hann sigur, at tað at spæla evropeiskan hondbólt dregur eitt sindur, men tað er kenslan av at vera heima aftur, ið stendur aftandyri avgerðina: 

- Tað verður sjálvandi øðiliga stuttligt at spæla í Evropa, men tað er ikki tað, sum hevur fylt mest í høvdinum á mær. Tað er meira tað at endiliga vera heima aftur, sum fyllur mest.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er eisini nýggjur í hópinum hjá H71. 17-ára gamli leikarin, ið gjørdist mest virðismikli leikari og toppskjútti til Eurpean Open fyri lítlum mánaði síðani, er komin heim aftur eftir eitt ár í Skanderborg. Nú skal spælskiparin spæla vaksnamannahondbólti.

Les eisini: Elias kemur heim til Hoyvikar og føroyskan hondbólt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder