Útyvir mongu føroysku spælararnar ið stríddust fyri føroysku liðini í Conference League í gjár, spældu tveir føroyingar fyri íslendsk feløg í somu kapping. Annar kom víðari - liðið hjá hinum var ov stutt
Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík vunnu 1-0 á heimavølli, men eins og hjá barndómsfelagnum hjá Gunnari - føroyska Víkingi - var liðið eitt mál ov stutt fyri at fáa longda leiktíð. Víkingur Reykjavík tapti 2-0 í Riga í fyrra dystinum. Í 83. minutti í gjár skoraði Helgi Guðjónsson og síðani trýsti heimaliðið veruliga. Tað endaði tó 1-2 samanlagt, og Víkingur er úti. Gunnar Vatnhamar spældi aftur fullan dyst í miðverjuni.
Gunnar Vatnhamar (Mynd: Sverri Egholm)
Pætur Petersen spældi fyrstu 56 minuttirnar fyri KA Akureyri í Wales. Tá skálvíkingurin varð skiftur út var støðan 1-0 til íslendska liðið og 3-0 samanlagt, og KA fekk eitt mál afturat. Harvið eru Pætur og liðfelagirnir trygt víðari og er Dundalk næsta mótstøðuliðið.
Fyrri dysturin móti írska liðnum verður á Akureyri hóskvøldið 27 august. Eina viku seinni er dystur á Oriel Park. HB hevur júst spælt og tapt tepurt móti liði úr írsku deildini - B36 skal í 2. umfari royna seg móti Haverfordwest County AFC úr Wales.
Les eisini: B36 skal spæla móti walisiskum liði í 2.umfari
Fótbóltur
Pætur og KA skulu royna seg móti Dundalk
KA vann eisini 2-0 í Wales, og Pætur Petersen spældi fyrstu 56 minuttirnar. Gunnar Vatnhamar og Víkingur vunnu men eru úti.
Pætur Petersen skal næstu vikurnar spæla móti liði, sum KÍ hitti í 2020. Talan er um Dundalk úr írsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
2023-07-21 10:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald