Fótbóltur

Pætur skoraði í heimasigri hjá KA

Eftir 49 minuttir setti skálvíkingurin vinstra fótin á flatt innlegg, og so var 2-0. Talan var um fyrsta landskappingarmálið hjá 25-ára gamla landsliðsspælaranum.

Pætur og KA eru í løtuni á 4. pláss í bestu íslendsku deildini (Mynd: KA Akureyri)

Pætur og KA eru í løtuni á 4. pláss í bestu íslendsku deildini (Mynd: KA Akureyri)

2023-05-04 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skifti úr HB í vetur og skoraði síni fyrstu mál fyri KA Akureyri í 5-0 sigri í steypakappingini 19. apríl. Hetta var móti liðið úr triðbestu íslendsku deildini.

Í gjár skoraði Pætur Joensson Petersen aftur á Akureyravöllinum. Hesaferð var tað í 5. umfari í bestu deildini. KA vann týðandi sigur á FH - við teimum trimum stigunum lyftu teir í gulum og bláum seg uppum millum annað FH og eru í løtuni á 4. plássi.

Tað endaði 4-2, og málið hjá 25-ára gamla føroyinginum kom, tá fýra minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Tað var eftir gott forrarbeiði og flatt innlegg frá Hallgrími Steingrímsson úr vinstru. Pætur rann inn frá høgra vongi, har hann spældi í gjár, og staddur beint við brotssparksblettin smekkaði skálvíkingurin til við kalda vinstrabeininum. Bólturin fór niður í málhornið - tað kann síggjast frá 0:17 í videobrotinum niðanfyri.


Besta Deildin - Youtube

Stutt seinni minkaði FH um munin, og Pætur varð skiftur út, men tað endaði við heimasigri á Akureyri. Pætur Petersen hevur verið við í øllum almennu dystunum hjá KA í ár og er byrjaður inni í fýra teirra. KA spælir aftur sunnudagin - í Kópavági móti HK.

Í kvøld klokkan 20.15 spæla hinir føroyingarnir í bestu íslendsku deildini. Breiðablik (Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen) vitjar hjá Stjarnuni, og Víkingur Reykjavík, við Gunnari Vatnhamar, tekur ímóti Keflavík. Har er Mathias Rosenørn (KÍ í 2021 og 2022) málverji.

Les eisini: 
Gunnar stútaði Víking til sigurs
Klæmint gjørdist avgerandi í málveitslu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder