Vinstri fóturin darvaði Páll Andrasson Klettskarð so at siga alt summarið og út í september, men í kvøld økti 33-ára gamli klaksvíkingurin við júst hesum vinstra fótinum til 2-0 eftir góðar dribblingar. Hetta var eitt av trimum málium í flotta og søguliga sigrinum hjá KÍ.
Hann dribblaði...
...fekk pláss og setti vinstra fótin á
og so kundu Páll Andrasson Klettskarð og hinir fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
Málið var nummar níggju hjá Pálli í evropeiskum fótbólti. Levi Hansson skoraði frá 2012 til og við 2015 níggju mál fyri EB/Streym og HB og hevur harvið havt metið sjálvur í átta ár.
Nú eru teir báðir javnsettur. Levi spældi 24 evropeiskar dystir samanlagt. Páll Andrasson Klettskarð hevur nú spælt 27 evropeiskar dystir - allar fyri barndómsfelagið KÍ.
Les eisini: Trý mál og trý stig á Tórsvølli
Sigast skal, at Klæmint Andrasson Olsen er komin á 10 evropeiskt mál. Trý tey seinastu hevur rituvíkingurin tó skorað fyri íslendska Breiðablik, sum í kvøld tapti stórt í bólkaspælinum. Harvið eru Levi og Páll teir mest skorandi fyri føroysk feløg í evropeiskum dystum, meðan Klæmint er tann føroyingurin við flest evropeiskum málum samanlagt.
Páll Klettskarð hevur møguleika at økja um talið í november og desember. Samrøða við KÍ-áleyparan verður tøk seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald