Fótbóltur

Páll Klettskarð skoraði fyri Breno

Klaksvíkingurin tryggjaði sínum liðið eitt stig í dag.

Páll skoraði sítt annað mál Breno í dag
(Mynd: US Breno)

Páll skoraði sítt annað mál Breno í dag (Mynd: US Breno)

2019-02-17 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina heldur trupla tíð, har hann hevur byrjað á bonkinum regluliga, sló Páll A. Klettskarð til fyri Breno í dag. Í útidystinum ímóti San Lazarro var tað 28-ára føroyingurin, ið javnaði. Hetta skrivar Norðlýsið.

Páll skifti úr KÍ til US Breno í oktober. Liðið spælir í fimtbestu italiensku deildini,  liggur í løtuni á 3. plássi, og hevur góðan møguleika at flyta upp.

Dysturin í dag endaði 1-1. Páll Klettskarð hevur sáttmála við Breno til endan av kappingarárinum í mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder