Fótbóltur

Páll var bestur í mars og apríl

Við 9 av 9 møguligum atkvøðum, bleiv Páll Andrasson Klettskarð valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mars og apríl mánað.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-15 06:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Higartil í ár hevur KÍ verið flúgvandi í Betri Deildini hjá monnum. Eftir níggju umfør eru klaksvíkingar fremstir við fullum stigatali, og við einum málmuni upp á 25-4. Og ellivu ferðir hevur málskjúttin verið Páll Andrasson Klettskarð, sum eisini ger hann til toppskorara í deildini.

Góða gongdin hjá teimum kongabláu norðoyingunum og nógvu málini frá roynda framherjanum, eru óivað ein av orsøkunum til, at Páll Klettskarð er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mars og apríl mánað.

Av níggju møguligum atkvøðum, fekk Páll fulla úrtøku, meðan Bjarki Nielsen úr B36 gjørdist nummar 2. Á einum deildum triðja plássi endaðu Arnbjørn Svensson úr Víkingi, Jákup Andreasen úr KÍ, og Hanus Sørensen og Mads Borchers úr HB.

- Tað er viktugt at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, so vit eru sjálvandi sera væl nøgdir við gongdina higartil. Men enn er bara ein triðingur spældur, so tað er langur vegur á mál, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. 

[object Object]Tað var Andras Sólstein, pápi Páll, ið handaði soninum prógvi upp á, at hann var bestur í mars og apríl mánað 2023 (Mynd: Álvur Haraldsen / FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder