44 ára gamli Paul Scholes, sum spældi 500 dystir á miðvøllinum hjá Manchester United í tíðarskeiðinum frá 1993 til 2013, varð í dag kosin venjari fyri Oldham Athletic, sum spælir í League Two, triðbestu deildini í Onglandi.
BBC skrivar, at Paul Scholes hevur gjørt sáttmála galdandi fyri hálvtannað ár. Ivasamt var, um hann kundi gerast venjari í einum liga-felag, tí hann eigur 10 prosent í felagnum Salford City, saman við fleiri øðrum fyrrverandi United-stjørnum.
Men á einum fundi í English Football League fríggjadagin, varð loyvi givið til, at Scholes kundi fáa evstu ábyrgdina av einum øðrum felagi. Salford spælir í National League, og kann í prinsippinum flyta upp í somu deild næsta ár, sum Scoles stendur á odda fyri.
Oldham Athletic liggur í løtuni á 14. plássi í League Two, níggju stig frá at sleppa at spæla um uppflyting og 14 stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.
Pete Wild hevur røkt venjarastarvið í Oldham síðan 27. desember, tá Frankie Bunn fekk sekkin eftir at liðið tapti 6-0 móti Carlisle United.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald