Hondbóltur

Pauli: - Føli at eg kann menna meg saman við HØJ

Í dag gjørdist greitt, at landsliðsmálverjin skal spæla í næstbestu donsku deildini. Tað er eitt lið, sum satsar, sigur hoyvíkingurin - tann sosiali parturin hevur eisini sín leiklut.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-12 23:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein vónbrotin Pauli Jacobsen, ið Portalurin fekk orðið á eftir 28-21 ósigurin fyri Neistanum í fyrstu hálvfinaluni í Høllini á Háls í kvøld.

Sí eisini: Pauli Jacobsen: Tapa ov nógvar nærdystir

Tó kom smílið á hjá 20-ára gamla hoyvíkinginum, tá vit spurdu um HØJ. Fyrr í kvøld varð kunngjørt, at Pauli Jacobsen skal spæla fyri danska felagið, har Rói Berg Hansen er partur av hópinum.

Pauli sigur millum annað við Portalin, at HØJ er eitt felag, sum satsar eitt sindur. Fyri hann var tað umráðandi at koma til eitt felag, ið veruliga vil nakað - fleiri feløg ymsastaðni frá hava verið í myndini.

Í franska felagnum, har Pauli Jacobsen var, riggaði tað millum annað ikki uttanfyri vøllin. Hetta hevði eisini týdning í avgerðini at flyta til HØJ og Keypmannahavnar-økið. Venjarin hjá HØJ sigur við heimasíðu felagsins, at har eru risa menningarmøguleikar í Paula Jacobsen.

[object Object]
Pauli Jacobsen stórbjargar í U20-landsdysti móti Danmark - frá í summar skal Pauli búgva í Keypmannhavn (Mynd: Harald Bjørgvin) 

HØJ var júst ov stutt til at røkka at spæla avgerandi dystir um uppflyting til fremstu donsku deildina. Liðið endaði á 4. plássið. Team Sydhavsøerne, ið Pauli Mittún í summar skiftir til, skal tvey tey næstu vikuskiftini spæla um uppflyting.

Pauli Jacobsen skal fyrst hugsavna seg um H71. Málverjin kann verða lykilin til, at liðið vinnur á Neistanum í hálvfinaluni í vikuskiftinum. Skjótt eru eisini EM-avgerandi A-landsdystir á skránni, og Pauli skal til U21 HM í Týskalndi í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder