
6. umfar í Bambuni Herreligaen byrjar í kvøld við føroyingauppgerði á Fjóni, tá uppflytararnir úr HØJ vitja GOG.
Pauli Jacobsen fekk í síðstu viku mestu spælitíð sína higartil í bestu donsku deildini, og teir vera aftur tríggir málverjar á dómaraseðlanum í kvøld.
Landsliðsliðskiparin kennir serliga væl Óla Mittún, og so er spurningurin, um hetta hjálpir Paula og HØJ í løtum. Útiliðið fer helst at hugsavna seg nógv um at tálma nummar 78.
GOG hevur skinklað eitt sindur í byrjanini av kappingarárinum, og móti Fredericia um vikuskifti sóu teir í gulum og reyðum út sum nógv annað enn ein meistarabiðil.
Liðið er sum heild ungt, dystarskráin við Champions League eisini er tøtt, og nakrir skaðar hava rakt. Tó sær Óli Mittún út til at vera komin seg heilt eftir lílta fipurskaðan, sum hann fekk mitt í september.
GOG hevur seks stig fyri fimm dystir í grundspælinum, meðan HØJ hevur tvey.
Dysturin í Svendborg byrjar klokkan 19 føroyska tíð, og sæst á TV2 Sport sum millum annað er í stórum pakkum hjá Televarpinum. TV2 Play vísir eisini dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald