NSÍ hevur seinastu tíðina havt 26-ára gamlan miðvallara úr Noregi til royndarvenjing. Peder Nersveen var eisini við í venjingardystinum hjá NSÍ ímóti ÍF í fjør, har hann legði upp til einsamalla málið í dystinum.
Les meira Peder Nersveen við í avgerandi málinum í Runavík
Í dag kunngjørdi NSÍ, at avtala er fingin í lag við norðmannin. Heimasíðan hjá felagnum skrivar soleiðis á heimasíðuni:
- NSÍ hevur í dag fingið tilgongd av einum nýggjum leikara. Talan er um Peder Nersveen, sum skiftir úr Hamkam úr Norra til NSÍ. Peder hevur hesa seinastu dagarnar verið í Runavík og vant við Betri hópinum hjá NSÍ, og var hann partur av venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin. Peder leikti mitt á miðjuni, og var hann eyðsyndur í dystinum, og vísti at hann avgjørt styrkjur um NSÍ hópin. Peder er 26 ára gamal, og leikti seinasta kappingarár við HamKam í Norra.
Hetta er triðji styrkurin hjá runavíkingum í summar. Verjuleikarin Oddur Højgaard er komin úr EB/Streymi, og áleyparin Búi Egilsson skifti út TB/FCS/Royn.
Fótbóltur
Peder Nersveen og NSÍ gjørt avtalu
Norski miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við silvurvinnararnir.
Peder Nersveen saman við Eyðstein Skipanes eftir at sáttmálin er unirskrivaður (Mynd: nsi.fo)
2019-02-03 20:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald