Hondbóltur

Pernille: - Eg havi heilt víst eisini talt niður til hetta

Landsliðsliðskiparin spældi ein stóran dyst í Keypmannahavn leygardagin. Nú er hon spent uppá, hvussu føroyska liðið takklar nýggju støðuna. -Vit hava góðar møguleikar móti Litava, um vit halda stigið frá EM-endaspælinum.

- Tað var fantastiskt at vera til EM. Nú vil føroyska liðið uppliva eitt HM-endaspæl eisini, staðfestir strikuspælarin Pernille Brandenborg, sum her skorar í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað var fantastiskt at vera til EM. Nú vil føroyska liðið uppliva eitt HM-endaspæl eisini, staðfestir strikuspælarin Pernille Brandenborg, sum her skorar í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ein deiligur dystur. Tað var spennandi áðrenn, tí vit kundu enda alt millum nummar fýra og seks, og tað er jú ein ávisur munur, At gerast nummar fimm merkir, at vit sleppa undan Esbjerg og Ikast, og at vit heldur fáa NFH, sum vit fyri stuttum vunnu á, umframt Odense og Horsens. Harvið livir dreymurin um tað at spæla hálvfinalu væl hjá okkum, hóast vit ikki fingu eitt stig við.

Við sigrinum á Rakul Wardum og Ringkøbing leygardagin, tryggjaðu Pernille Brandenborg og tær hjá København sær 5. plássi í grundspælinum í fremstu donsku deildni. Pernille skoraði átta mál og varð kosin dagsins spælari. Harvið var hon fegin, tá Portalurin hitti hana nakað eftir dystin á Frederiksberg.

Tað er nú greitt, at København skal spæla móti Odense, Nykøbing Falster (NFH) og Horsens í øðrum bólkinum í ovara endaspælinum í Kvindeligaen. Har verða tað allarhelst liðið hjá føroyska landsliðsliðskiparanum og NFH, sum fara at kappast um 2. plássið. Odense hevur vunnið allar dystirnar í ár. Maria Pálsdóttir Nólsoy og tær í Horsens eru mest fegnar um at sleppa undan niðara endaspælinum og kunnu spæla frítt.

Pernille Brandenborg skiftir til norska stórfelagið Storhamar í summar. Strikuspælarin staðfestir fyri Portalinum, at hon er ógvuliga uppsett uppá at enda væl í København: - Felagið hevur merkt nógv fyri meg, og eg havi ongantíð spælt DM-hálvfinalur fyrr, so tað vil eg ógvuliga gjarna samstundis við at enda væl her.

[object Object]
Pernille Brandenborg heiðrað eftir sítt avrik móti Ringkøbing leygardagin

- Spennandi hvussu vit takkla hetta

27-ára gamla Pernille er fødd og uppvasksin í Danmark, men mamman er føroyingur. Ættarbondini til Norðuroyggjar gera, at Pernille Brandenborg kann spæla fyri Føroyar, og hon hevur seinastu mongu árini verið veruligur profilur fyri landsliðið, sum hevur verið í menning. Tá vit spurdu København-spælaran um næstu landsliðsuppgávurnar, lýsti hon upp:

- Eg havi heilt víst eisini talt niður til hetta. Hesir dystirnir móti Litava verða jú avgerandi fyri, um vit sleppa at uppliva eitt HM-endaspæl í ár. Tað var fantastiskt at vera til EM. Nú sá eg eisini dystin hjá monnunum við Tjarnir móti Niðurlondum, og eg gleði meg ógvuliga nógv til at uppliva kringumstøðurnar – tað verður ørt á tann góða mátan.

Sí eisini: Rakul Wardum: - Tað verður ótrúligt at spæla við Tjarnir

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki roynt áður at spælt fyri yvir 2.500 heimáskoðarum. Tað er eisini nakað nýtt at spæla slíkt play-off umfar - ein røkkstøkkdystur har alt er uppá spæl - og harafturat er heldur ikki ofta, at Føroyar standa sum favorittar í slíkum dystum. Alt hetta skulu Pernille Brandenborg og tær royna at takkla í næstu viku.

- Eg havi sæð eitt sindur av Litava. Tað verður sjálvandi meira nú, frá tí at vit savnast. Eg haldi heilt víst, at vit hava góðar møguleikar, um vit halda stigið, sum vit vístu til EM-endaspælið. Hetta er tó sjálvandi fyrstu ferð, at vit spæla slíkar play-off dystir, og tað er spennandi, hvussu vit takkla alt tað nýggja við støðuni. Men sjálvandi trúgva vit uppá tað, staðfestir strikuspælarin at enda.

Sí eisini: Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar

[object Object]
Pernille Brandenborg til venjing í Hoyvík í gjár (Mynd: Andrei Antal/HSF)

Pernille og hinar, sum spæla í Danmark, komu til landið í gjár og vandu saman í Hoyvík í gjárkvøldið. Venjingar eru eisini næstu dagarnar fram móti mikukvøldinum, tá Litava verður fyrsta kvinnulandsliðið, sum vitjar við Tjarnir.

Tann dysturin byrjar klokkan 19 mikudagin. Seinni dysturin verður spældur í Litava sunnudagin og samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið. Portalurin fylgir gongdini hesar næstu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder