Hondbóltur

Peter Krogh á veg til Danmarkar

Verður limaður inn í føroyska landsliðshópin í kvøld.

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-26 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sterki og stóri bakspælarin hjá H71, Peter Krogh, sum er kendur fyri síni hørðu skot og fyri at kunna fremja tey við bæði høgru og vinstru hond, verður við, tá føroyska landsliðið fer á vøllin í morgin fyri at spæla móti Danmark.

Ivi hevur verið um hann. Hetta tí at tað dró út hjá unnustuni at eiga teirra næsta barn. Men nú er barnið borið í heim, og Peter hevur fingið loyvi at fara til Danmarkar fyri at vera við í stóru uppgávuni, sum er EM-undankappingardysturin í Skjern móti Danmark.

[object Object]Venjararnir Sonni Larsen og Jeppe Borch fáa seinastu fyrireikingarnar upp á pláss á Hotel Ringkøbing (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit fegnast um, at ein nýggjur komandi hondbótsspælari er føddur, men vit fegnast eisini um, at Peter kann koma og vera við okkum, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari.

Hann vil ikki siga júst hvat Petur skal brúkast til, men alt ta tíð, at hann er boðsendur merkir, at hann skal brúkast, viðgongur landsliðsvenjarin.

Dagurin í dag er brúktur fyri at tosa um taktikk, um hvørji vápn skulu brúkast móti sterku donsku verjuni, sum antin verður ein tung 6-0 verja, ella ein meira álopskend 5-1 verja við dugnaliga unga Magnus Landin framskotnum.

- Í okkara álopi snýr tað seg um at stressa teirra miðverju, sum ikki er so samanspæld, og møguliga kann trýstast til at gera mistøk, viðgongur Sonni Larsen.

Tað at Peter Krogh kemur við í hópin merkir, at ein føroyskur leikari skal takast út. Upprunaliga var ætlanin, at Allan Norðberg ikki skuldi brúkast í dystinum móti Danmark.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder