Hondbóltur

Peter Krogh ivasamur

Elsti landsliðsspælarin hevur trupulleikar við rygginum og noyðist tískil møgiliga at sita uttanfyri í annaðkvøld.

Peter Krogh súkklaði til venjingina í gjár og aftur í dag. Hann fekk eisini viðgerð frá fysioterapeutinum Tom Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Krogh súkklaði til venjingina í gjár og aftur í dag. Hann fekk eisini viðgerð frá fysioterapeutinum Tom Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var við, tá Føroyar vunnu Emerging Nations Championship í 2017, har tað millum annað eydnaðist at vinna á Kosovo (33-30 í hálvfinaluni)

Nú hittast liðini aftur á Hálsi, men tað er stórt ivamál um, hvørt Peter Krogh fær spælt ella ikki.

34-ára gamli verjuserfrøðingurin fekk eitthvørt í ryggin í dysti fyri Aarhus HC leygardagin. Hetta merkti hann til fyrstu landsliðsvenjingina.

Síðani hevur Peter Krogh bert súkklað og annars fingið viðgerð. Hann segði við Portalin eftir venjingina um middagsleitið, at tað kennist betri í dag enn í gjár, men at tað er ivasamt, um hann fær spælt í morgin.

[object Object]Peter Krogh og hjálparvenjarin Hjalti Mohr Jacobsen unr venjingini á Skála í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Av teimum føstu landsliðsspælarunum eru Nicholas Satchwell, Leivur Mortensen og Helgi Hildarson Hoydal skaddir.

Føroyar og Kosovo spæla í morgin, mikudagin 6. november klokkan 19 á Hálsi. Hetta er 1. umfar í undankappingini til EM 2026.

Seinasta venjingin undan dystinum 

Sí eisini: Myndir: Nú nærkast til ferðin til EM byrjar

Sí eisini: Video: Næstan alt avgerandi at fáa nøkur stig í vikuni

Sí eisini: Video: Nakað serligt at koma aftur og spæla í Føroyum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder