Annað

Peter Schmeichel umhugsar at søkja starv hjá Manchester United

Fyrrverandi málmaðurin umhugsar at bjóða seg fram sum fótbóltsstjóra.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-23 11:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska málmannshetjan Peter Schmeichel umhugsar at bjóða seg fram sum fótbóltsstjóri hjá Manchester United. Tað skrivar DR.

55 ára gamli Schmeichel hevur sjálvur spælt við enska felagnum frá 1991 til 1999, og hann kundi hugsað sær at starvast innan fótbóltsheimin aftur.

Fyrr í vikuni var venjarin hjá Manchester United, José Mourinho, loystur úr starvi, og Ole Gunnar Solskjær varð settur í staðin fyri.

Hesi jólini ætlar Peter Schmeichel at hugsa um, hvørt hann átti at søkt starvið hjá United.

"Eg hugsi, um eg eri skikkaður, og finni eg eitt svar til hendan spurningin, fari eg at leggja mítt navn í hattin," sigur hann.

Schmeichel ætlar sær at hugsa hetta væl og virðiliga ígjøgnum um jólini og nýggjárið, og so tekur hann eina avgerð.

Leygardagin vann Manchester United 5-1 móti Cardiff í Premier League. Hetta var eisini fyrsti dysturin við Ole Gunnar Solskjær sum venjara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder