Fótbóltur

Petr Cech leggur handskarnar

Arsenal málverjin hevur boðað frá, at hann gevst eftir hetta kappingarárið.

2019-01-15 12:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

36 ára gamli Arsenal málverjin Petr Cech, hevur boðað frá, at hann leggur handskarnar tá hetta kappingarárið er enda.

- Hetta verður mítt kappingarár nummar 20 sum yrkisleikari, so tað kennist rætt at boðað frá, at eg gevist eftir hetta kappingarárið, sigur Petr Cech.

Kekkiski málverjin sigur at tey 15 árini hann hevur spælt í Onglandi hevur hann vunnið alt sum vinnast kann, og at hann hevur megnað alt tað hann setti sær fyri.

Petr Cech hevur mist plássi sum fyrsti málverji hjá Arsenal til Bernd Leno.

Málverjin hevur vunnið fýra ensk meistaraheiti, fýra FA Cup, trý League Cup, Champions League, Europa League og er leikarin, sum hevur spælt flestar ferðir fyri kekkiska landsliðið við 124 dystum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder