Víkingur hevði aðalfund í gjárkvøldið, mánakvøldið 13. februar. Felagið skrivar, at gleðiligt var at síggja, at uppmøtingin var góð.
- Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara, og síðani greiddi formaðurin Brandur Jacobsen frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga - og roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Sambært heimasíðuni bolt.fo vísti roknskapurin sum skilst eitt avlop á áleið 700.000 krónur. Víkingur spældi í fjør í Evropa fyri fyrstu ferð síðani 2018, og kom liðið víðari til 2. umfar í Conference League. Tað er helst hetta, ið ger størsta munin. Yvirlit yvir lønarútreiðslur o.a. er ikki kunngjørt enn, men Víkingur er so ikki millum tey feløgini, ið hava nýtt allarmest til hetta.
Nógv bendur á, at 700.000 krónur verður besta ársúrslitið í roknskapinum hjá nøkrum felag í 2022, skrivar bolt.fo.
Ólavur út - Petur Asbjørn út
Víkingur skrivar, at tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið. Hetta vóru formaðurin Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.
Ólavur Thomsen, næstformaður, hevði ynski um at sleppa úr nevndini. Tvøramaðurin hevur leingi verið knýttur at Víkingi og hevur gjørt eitt stórt arbeiði í nevndini í yvir tíggju ár, men nú er hann ikki longur í nevndini.
- Vit takka Ólavi fyri hansara stóra arbeiði í nevndini seinastu mongu árini, skrivar Víkingur
Í hansara stað er komin leirvíkingurin Petur Asbjørn Lervig. Hann hevur áður verið vikrin í nevndararbeiðnum í felagnum og hevur eisini sett sín dám á føroyskan fótbólt sum frásøgumaður og viðmerkjari á FM1.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald