2020-02-17 23:21
Petur Knudsen hevur seinastu tíðina umhugsað sína framtíð. Fyri jól vandi hann við HB, og fyri kortum var hann til royndarvenjing hjá Heimiri Guðjónssyni í Vali.
Nú er tó greitt, at dugnaligi álopskendi leikarin spælir fyri NSÍ í 2020. Hetta boðar NSÍ frá í kvøld.
Síðani 2016 hevur 21 ára gamli Petur Knudsen verið fastur partur av hópinum hjá runavíkingum.
Og síðani 2015 hevur hann spælt 118 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ og hevur skorað 31 mál - millum annað tvey frísparksmál í Europa League. Í 2017 gjørdist Petur Knudsen steypavinnari við NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald