Fótbóltur

Petur Knudsen skal hava nýtt felag

El Paso Locomotive FC boðar í kvøld frá, at føroyingurin er ein av teimum, sum ikki heldur fram í felagnum. 25-ára gamli Petur spældi átta dystir í næstbestu deildini í USA.

Petur Knudsen til landsliðsvenjing á Tórsvølli. Hann var ikki á vøllinum fyri landsliðið í oktober - spurningurin er, um hann verður partur av hópinum, ið verður kunngjørdur mánadagin, og hvar álopskendi spælarin hevur sáttmála í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen til landsliðsvenjing á Tórsvølli. Hann var ikki á vøllinum fyri landsliðið í oktober - spurningurin er, um hann verður partur av hópinum, ið verður kunngjørdur mánadagin, og hvar álopskendi spælarin hevur sáttmála í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-01 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsframtíðin hjá Peturi Knudsen er óviss. Fyri aðru ferð í ár stendur álopskendi landsliðsspælarin uttan sáttmála. Petur gjørdi um seg í nakrar mánaðir í vár fyri Lyngby og var við til at tryggja felagnum enn eitt ár í Superliguni.

25-ára gamli maðurin úr Saltangará valdi seint í summar at taka eitt slag av ævintýri. Hann gjørdi stuttíðarsáttmála við El Paso Locomotive FC og harvið fyrsti føroyski yrkisspælarin í USA. Felagið úr Texas spælir í næstbestu deildini í USA. 

Tað tók eina løtu til loyvini hjá føroyinginum komu uppá pláss, men frá fyrst í september og nakrar vikur fram spældi Petur Knudsen nógv. Hann megnaði tó ikki at gera vart við seg, í mun til at skora ella leggja upp til mál.

Síðsti dysturin hjá El Paso var 22. oktober, har Petur spældi í líka yvir ein hálvan tíma. Samanlagt gjørdist talan um 8 dystir fyri felagið.

Tá partarnir gjørdu sáttmálan í august, varð tað kunngjørt, at talan var um ein sáttmála fyri restina av 2023, men um partarnir vóru nøgdir við tíðina, so fór samstarvið helst at verða longt.

Nú er so greitt, at samstarvið ikki heldur fram. Tað boðar El Paso Locomotive FC frá á heimasíðu sínari í kvøld. Petur Knudsen skal spæla aðrastaðni í 2024. Hann hevði sum skilst nøkur tilboð í Danmark og Norðurlondum í summar.

Petur er upprunaliga NSÍ'ari og varð valdur til ársins spælara eftir síni frálíku avrik í Betrideildini í 2020. Hann er skrásettur fyri 11 A-landsdystir og var í hópinum til dystirnar í oktober. Petur Knudsen spældi tó ongan minutt tá. Hann byrjaði inni sum einsamallur áleypari móti Kekkia á heimavølli í juni.

Til ber at hoyra hvat Petur Knudsen segði um at vera í El Paso og á landsliðnum her: Video: - Fyri fyrstu ferð í fleiri ár við landsliðnum í toppformi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder