Fótbóltur

Video: - Fyrstu ferð í fleiri ár við landsliðnum í toppformi

Vildi royna nakað heilt nýtt og nógva spælitíðin í USA síðstu tíðina hevur gagna mær, sigur Petur Knudsen, ið eisini setur orð á sín møguliga leiklut á landsliðnum hesaferð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-10-10 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt fyri barndómsfelagið NSÍ, Lyngby Boldklub og nú: El Paso Locomotive FC.

- Um tað ikki var hægri stigi enn í Lyngby ella har á leið, so vildi eg royna nakað heilt annað, sum kanska eingin annar hevur, sigur Petur Knudsen við Portalin.

Tað er ikki løgið, at 25-ára gamli maðurin úr Saltangará kendi seg heldur kaldan í heystarkuldanum á Tórsvølli í dag. Tað er ikki regn og vindur í El Paso, Texas fyri tíðina: Dagshitin liggur um tey 30 hitastigini.

Fyri álopskenda og kvika føroyingin hevur tað snúð seg um spælitíð og nýggjar avbjóðingar - sáttmálin í USA er galdandi restina av 2023. Síðani spæliloyvi kom uppá pláss fyrst í september hevur Petur spælt sjey dystir fyri El Paso Locomotive í næstbestu deildini í USA, harav seks frá byrjan. Hetta hevur gjørt at hann - við egnum orðum - fyri fyrstu ferð í fleiri ár møtir við landsliðnum í toppformi, tí hann endiliga spælir nógv regluliga aftur.

Serliga ein álvarsamur skaði hevur lagt meinbogar í vegin hjá ársins spælara í Føroyum fyri 2020. Eisini fyri stóra landsliðsgjøgnumbroti. Petur Knudsen byrjaði sum einsamallur áleypari í heimadystinum móti Kekkia í juni. Føroyar vóru kroystar og fingu als einki álopskent í gongd, og leikluturin tóktiskt ikki at hóska til Petur. Hetta viðurkennir hann eisini, man staðfestir, at tað er spennandi at spæla fyri landsliðið - líkamikið í hvørjum leikluti - og at venjarin sjálvandi ræður:

- Tað er sjálvandi altíð trupult sum einsamallur áleypari móti slíkum tjóðum. Eg vænti, at eg hevði hóska betur sum ein av tveimum áleyparin, ella við útgangangsstøði í vinstru, sum kantur, har eg hevði veruliga kunna nýtt mínar dygdir: At bjóða av 1 móti 1, finna avgerandi alveringina ella skora mál ísatðin fyri at einsamallur skula halda fast í bóltinum. Tað er tó sjálvandi upp til venjaran, staðfestir El Paso-spælarin.

So er spurningurin, hvønn leiklut Petur Knudsen fær hesa vikuna. Føroyar taka móti Póllandi hóskvøldið klokkan 19.45.

Sí eisini: A-landsliðið skal spæla tveir dystir í vikuni

Sí eisini: 
Yvir 3.000 fólk til Føroyar - Pólland hóskvøldið

Sí eisini: Klæmint: - Skulu halda á mál hesaferð

Sí eisini: Brandur: - Hetta er heilt fantastiskt

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar

Støðan eftir fimm umfør: 

Albania 10 stig
Kekkia 8 stig *
Moldova 8 stig 
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder