Fótbóltur

Petur skoraði í sínum fyrsta Superliga-dysti frá byrjan

Talan var um ein frálíkan stútara, ið Petur Knudsen legði Lyngby á odda við í Odense. Leiðslan helt tó ikki, men Lyngby er nú ikki longur aftast, og føroyingurin fær rós.

Petur Knudsen gjørdi bart, nú hann fekk møguleikan frá byrjan í bestu donsku deildini. Lyngby stríðist framvegis fyri lívinum (Mynd: Lyngby BK)

Petur Knudsen gjørdi bart, nú hann fekk møguleikan frá byrjan í bestu donsku deildini. Lyngby stríðist framvegis fyri lívinum (Mynd: Lyngby BK)

2023-04-24 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Petur Knudsen er loksins komin fyri seg eftir eftir drúgvan skaðsteðg. Álopskendi spælarin úr Saltangará varð í fjør skurðviðgjørdur fyri "sportsbrokk", men hevur í vetur vant meira og meira og fyrr í mánaðinum fekk Petur sínar fyrstu minuttir í Superliguni.

Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu í bestu donsku deildini, og gav hetta úrslit fyri Lyngby. Í øllum førum við tí at, at Petur Knudsen legði Lyngby á odda í Odense. Hetta var tá 25-ára gamli áleyparin stóð púra fríur í samband við hornaspark tíggju minuttir fyri steðgin og stútaði bóltin hegnisliga í einum bletyum boga í longa málhorn.

Sí flotta málíð í samandráttinum hjá TV3 Sport her

[object Object]

[object Object]
Petur Knudsen fegnast og verður fagnaður í Odense (Mynd: Lyngby BK)

Mistu leiðsluna - Petur kosin besti spælari hjá Lyngby

Petur Knudsen hevði stóran møguleika fyrr í hálvleikinum og vísti seg sum heild væl fram. Lyngby økti tíðliga í 2. hálvleiki, men OB svaraði aftur. Eftir 1-2 málið varð Petur skiftur út - tað er næstan júst eitt ár síðani, at hann gjørdist skaddur. Løtu seinni bjargaði Lyngby-málverjin brotssparki, men OB javnaði í 74. minutti við beinleiðis.

Ta eina stigið merkir, at Petur og Lyngby nú ikki longur eru aftast. Liðið er eitt stig frammanfyri AaB. Fimm stig eru upp til bjargingina, nú seks umfør eru eftir. Næsta uppgáva hjá Lyngby er sannur gysari móti AaB á heimavølli sunnudagin.

Í stóra danska fótbóltsmiðlinum Tipsbladet fær Petur rós fyri dagsins avrik

- Petur Knudsen var 10. apríl aftur eftir skaðasteðg í 352 dagar, og í dag byrjarði áleyparin so inni. Hesa avgerðina angrar Freyr Alexandersson (venjarin hjá Lyngby, red.) ikki. Sonurin hjá legenduni við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen spældi ein flottan dyst og skoraði eitt frálíkt mál í fyrra hálvleiki við stútara(...) hann kann fegnast yvir sítt avrik, tá hann leggur høvdið á koddan í kvøld.

[object Object]
Freyr Alexandersson og Petur Knudsen - venjarin og málskjúttin hálsfevnast (Mynd: Lyngby BK)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder