4. umfar er farið afturum hetta vikuskifti, og tað hevur uppá ongan hátt verið óáhugavert. Tveir dystir endaðu 1-0, og vóru spennandi heilt til endans. Í hinum trimum dystunum komu 14 mál tilsamans; tveir av dystunum vóru uppgerðir millum topp-fimm lið seinastu árini - í teimum báðum dystunum varð brotsspark dømt (tvey í Gundadali) umframt reytt kort. Útføllini av dystunum gjørdi, at tað er langt upp til oddin hjá teimum báðum liðunum, ið hava vunnið føroyameistaraheitini seinastu trý árini, meðan tað eru sól og glaðir dagar hjá liðnum, ið vann FM-heitini beint framanundan.
Víkingur og AB, taptu annan dystin á rað. EB/Streymur tapti fyri fjórðu ferð, og ÍF tapti fyri triðju ferð uppá fýra umfør. HB hevur bert vunnið ein dyst útav fýra. Vinnaraliðini hetta umfarið eru øll í ovaru hálvu. B36 vann í dag fjórða sigurin á rað, Skála tann triðja, og KÍ sín næsta.
Betrideildin - 4. umfar:
B36 - HB 2-1
39' Alex Mellemgaard (br.) 1-0
55' Brian Jacobsen 2-0
67' Adrian Rúnasson Justinussen (br.) 2-1
Reytt kort: Dan í Soylu (58')
Sí myndir frá dystinum her
TB - EB/Streymur 1-0
12' Poul Ingason 1-0
Reytt kort: Árni G. Olsen (85')
ÍF - KÍ 2-3
4' Simen Sandmæl 0-1
23' Sjálvmál 0-2
31' Jóannes Bjartalíð 0-3
53' Dánjal á Lakjuni 1-3
82' Dánjal Pauli Højgaard 2-3
AB - Skála 0-1
81' Haraldur R. Højgaard
Sí myndir frá dystinum her
Í gjár: NSÍ - Víkingur 4-2
23' Klæmint A. Olsen 1-0
33' Jann Martin Mortensen 2-0
39' Klæmint A. Olsen 3-0
43' Jann Martin Mortensen (br.) 4-0
48' Andreas Lava Olsen 4-1
90' Adeshina Lawal 4-2
Reytt kort: Pól Jóhannus Justinussen (57')
Les um dystin her
Støðan í Betrideildini eftir 4. umfar:
1. B36 (12 stig)
2. Skála (9 stig)
3. KÍ (8 stig)
4. NSÍ (7 stig)
5. TB (7 stig)
6. HB (5 stig)
7. Víkingur (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)
Tað er altíð nógv uppá spæl, tá ið HB og B36 hittast. Æran, rætturin at arga grannan; rætturin at kalla seg besta liðið í Havn - í hvussu er í eina tíð. Í fjør vann HB tvær av trimum grannauppgerðum í Betrideildini og kappingina í stórum stíli. Í steypafinaluni sigraðu teir í hvítum tó - undir ógvuliga dramatiskum umstøðum. Nú er eitt nýtt ár, ein nýggj kapping, og í mun til í fjør, hevur HB nógv at hugsað um. Nú er tað B36, ið hevur ræðið í Gundadali og í oddinum av føroyskum fótbólti. Hetta staðfesti liðið hjá Jákupi á Borg í dag, við sínum fyrsta sigri á HB í Betrideildini síðani 28. apríl í 2016.
Myndir: B36 - HB
Fyrri hálvleikur var einki av reypa av: Liðini tyktust at hugsa meira um ikki at geva nakað burtur. Bæði liðini byrjaðu við tveimum verjukendum miðvallarum, og spældu uttan vága mitt á vøllinum. Nógvar langar sendingar, ein rúgva av nærdystum og lítið flótandi og samanhangandi fótbóltsspæl. Tað sá út til at fara at enda við einum málleysum 1. hálvleiki. Men so varð brotsspark dømt; bólturin kom í hondina á Jógvan Róa Davidsen, tá ið Árni Frederiksberg royndi at leggja innfyri. Ivasamt, men líka legði Alex Mellemgaard í - vinstri bakkurin við góða sparkiteknikkinum var ógvuliga tryggur úr ellivu metrum.
(Alex Mellemgard legði B36 á odda í dag - Mynd: Sverri Egholm)
B36 kom væl út til 2. hálvleik, og tíggju minuttir eftir steðgin økti Brian Jacobsen. Strandingurin hevði verið ivasamur undan dystinum, men hann skeyt sítt triðja mál inn fyri sítt nýggja felag. Tríggjar minuttir seinni fekk Dan í Soylu sítt seinna gula kort, og so var av álvara mótbrekka hjá FM-vinnarunum. Heimir og Rasmus gjørdu tó nakrar álopskendar útskiftingar, og miðskeiðis í hálvleikinum fekk HB-brotsspark, tá ið innskifti Pætur Petersen varð feldur. Alex Troleis var á veg at geva Erling Jacobsen reyða kortið, men eftir samskifti gjørdist tað til gult kort. Við masku á nøsini skoraði Adrian Justinussen sítt fyrsta mál í ár, og so var trýst á B36. Nakrar vandamiklar støður komu, men við einum manni í yvirtali og Lukaszi á vøllinum helt B36 fast í enn einum sigri. Fult stigatal í sunnara enda av Gundadali - bert fimm stig í hinum endanum.
(Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ og Víkingur byrjaðu 4. umfar við einum braki í gjárkvøldið, tá NSÍ við fýra málum fyri steðgin lyfti seg uppá 2. pláss. Hetta plássið kundi hitt liðið í Runavíkar Kommunu taka í vindinum á Argjum í seinasta dystinum í hesum umfarinum. Skála hevur fingið nógv rós eftir sigurin á júst NSÍ seinasta vikuskifti, og liðið hjá Eyðuni Klakstein sat eisini meira á dystinum í kvøld. Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn leiðslumálið kom. Eftir Skála-trýst í 2. hálvleiki skoraðu teir appelsinlittu avgerandi málið, tá tíggju minuttir restaðu í. Eftir hornaspark úr høgru frá innskifta Niels Paula Danielsen, stútaði Fróði Benjaminsen bóltin í økið, har Haraldur Højgaard var komin, og miðvallarin var eirindaleysur.
(Haraldur Højgaard avgjørdi dystin fyri Skála 10 minuttir fyri tíð á Argjum - Mynd: Sverri Egholm)
Skála hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað, og hevur ikki latið mál inn í yvir sjey hálvleikir. Søguliga góð byrjan hjá Skála, ið hevur ÍF og EB/Streym á skránni komandi dystirnar. Saman við Skála kunnu NSÍ og KÍ koma at jagstra B36. Hesi liðini hittast um eina viku, og nakrar dagar seinni skal KÍ í Gundadal at spæla ímóti B36. Tað eru tískil sera týðandi umfør fyri framman hjá klaksvíkingum, ið skulu finna annað spæl fram enn í 2. hálvleiki í Fuglafirði í dag, har ÍF vendi 0-3 til 2-3. Fyrsta málið hjá Sandmæl, sjálvmál frá einum klaksvíkingi í reyðum og enn eitt Bjartalíð-mál, peikaðu annars móti einum púra tryggum sigri til KÍ. Hetta var sætti sigur á rað hjá liðnum hjá Mikkjali Thomassen í Fløtugerði. (steypakappingin íroknað)
Myndir: AB - Skála
ÍF hevur enn sín fyrsta sigur til góðar, og tað hevur EB/Streymur framvegis eisini. Liðið hjá Jákup Martin Joensen hevur eitt runt 0 á talvuni eftir fýra umfør og tapti í dag tepurt móti TB, ið nú er sjey stig framanfyri. Tvørámenn hava nú vunnið báðar sínar heimadystir, har lið sum væntandi koma at vera kappingarneytar í botnstríðnum eru farin um Suðuroyðarfjørð við ongum. Hesaferð gjørdist liðformaðurin Poul Ingason matchvinnari við stútara eftir hornaspark tíðliga í dystinum. TB var byrjað betri, men EB/Streymur fekk hótt fleiri ferðir í 2. hálvleiki, og Arnbjørn Hansen og Steffan Løkin vórðu settir á vøllin. Talan gjørdist um nakrar spentar støður, men liðið hjá Zorani Pavlovic stríddist væl. Týdningarmikil stig eru vunnin, og í løtuni er elsta fótbóltsfelag í Føroyum næstan á evropeiskum plássi. EB/Streymur hevur havt eina sera trupla byrjunarskrá, men skal byrja at fáa stig skjótt - helst á Eiði ímóti AB næstu ferð.
5. umfar - Sunnudagin 14. apríl
KÍ - NSÍ
EB/Streymur - AB
ÍF - Skála
Víkingur - B36
TB - HB
Mikudagin eru áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald