Fótbóltur

Pingel aftur í B36

Eftir trý ár hjá grannunum skiftir Sebastian Pingel til felagið, ið fekk hann til landið í 2016.

Sebastian Pingel - her í dysti fyri HB í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Sebastian Pingel - her í dysti fyri HB í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-15 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 skrivar í dag, at "eftir at hava verið hjá grannunum fyri norðan í 3 ár, so er hann nú komin suður aftur í hitan" 

Hann er Sebastian Pingel, og tað er nú greitt, at hann spælir við B36 í 2020.

[object Object]
Sebastian Pingel - aftur í hvíta búnanum (Mynd: B36)

26-ára gamli Pingel verður lýstur sum ein hartarbeiðandi áleypari. Seinastu fýra árini hevur danin spælt 68 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 24 mál.

Í 2018 gjørdist bert talan um tríggjar dystir fyri HB - ein skaði helt Pingel úti tað mest av árinum. Sebastian Pingel spældi farna ár 27 dystir fyri besta liðið hjá HB og skoraði sjey mál: Eitt í Champions League, eitt í steypafinaluni og fimm í Betrideildini. 

2016 spældi hann 22 dystir fyri B36 og skoraði 10 mál, áðrenn hann skifti til teir svørtu og reyðu.

Sebastian Pingel og B36 hava skrivað undir ein eitt-ára sáttmála.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder