Eftir ótrúliga fótbóltskvøldið á Anfield týskvøldið, har Liverpool framdi eitt næstan óhugsandi comeback móti Barcelona, vildi hitt enska felagið í hálvfinalunum í Champions League ikki standa nakað aftanfyri. Ajax vann fyrru hálvfinaluna 1-0 á heimavøllinum hjá Tottenham, og í fyrra hálvleiki í Amsterdam skoraði heimaliðið tvær ferðir. Sostatt skuldi liðið hjá Pochettino skorað tríggjar ferðir í 2. hálvleiki. Hetta syrgdi Lucas Moura fyri. Brasliumaðurin gjørdi hattrick; tvey mál innan fyrsta korterið og avgerandi málið kom í 95.minuttir.
Les meira: Ófatiligt comeback í Amsterdam
Hetta var fyrstu ferð, at Tottenham spældi seg í eina Champions League-finalu. Sum verða man var rómurin á leikarum, venjaratoymi og útiáskoðarunum øðiligur. Skaddi Harry Kane kom sprintandi inn á vøllin eftir seinasta bríks, og tað var týðiligt at nógvar kenslur vóru uppá spæl hjá argentinska venjaranum, Mauricio Pochettino. Á tíðindafundinum undan dystinum segði hann, at hann møguliga steðgar í Tottenham, um liðið vinnur Champions League. Eftir seinasta bríksl trillaðu tárini hjá 47-ára gamla venjaranum, ið fegnaðist saman við leikarunum og áskoðarunum.
Í samrøðuni stutt eftir dystin var talan um ein sinnisrørdan Pochettino, ið hevði heldur torført við at seta orð á allar kenslurnar. Hann byrjaði við at siga "Thank you, football", og hann helt fram við at takka øllum í felagnum, og øllum teimum sum hava trúð uppá liðið og stuðla tí. Pochettino segði eisini, at hetta var fyri familju sína, og at leikararnir vóru hetjur.
Á tíðindafundinum løtu seinni kallaði hann leikarar sínar superhetjur og Lucas Moura eina super-super hetju. Mauricio Pochettino rósti sínum leikarum uppum skýggja og segði, at 2. hálvleikur var heilt framúr góður. Hann rósti eisini Klopp og hansara liðið og sá fram til ensku finaluna í Madrid. Til endans fekk hann spurningin, um Harry Kane fór at vera til reiðar til finaluna, men tá takkaði sympatiski venjarin fyri og endaði tíðindafundin.
1. juni verður finalan á Wanda Metropolitano í Madrid.
Fótbóltur
Pochettino: Leikararnir eru superhetjur
Argentinski venjarin hjá Tottenham var ógvuliga rørdur eftir seinasta bríksl í Amsterdam í gjárkvøldið.
Pochettino í sigursrúsi (Mynd: EPA)
2019-05-09 13:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald